Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki í 400 frí á World Cup í Moskva, hóast hann setti føroyskt met við meira enn einum sekundi. Tíðin hjá honum var 3:41.40, har føroyska metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 3:42.57. Nikita Lobintsev úr Russlandi vann gull við tíðini 3:38.40, meðan danski Mads Glæsner vann silvur við 3:40.10, og russiski Mikhail Polishchuk vann bronsu við 3:40.65. Sí úrslitalistan her.
“Hatta var fínt, altso hann var eitt sindur ov kaldur sigur hann, men var als ikki deyður seinasta 100m. Hann hevur bara ikki beinsparkið. Men met við 1,1 sek og seinasti 100m føldist gott. So vóni eg bara at tað sæst aftur í morgin. Only time will tell”
Við tveimum russum frammanfyri seg, og tveimum aftanfyri, so burdi ligið væl fyri at vant saman við teimum, í Potsdam í januar. Og týskarar kunnu slettis ikki klaga, við 4 sekundum upp til føroyingin.
Mads Glæsner ger eitt ordiligt lop har millum 200 og 300. Hmf.
50m
100m
150m
200m
250m
300m
350m
400m
25.87
27.99 (53.86)
28.39
28.43 (1:50.68)
27.48
27.42 (2:45.58)
27.28
27.24 (3:40.10)
25.68
27.42 (53.10)
28.27
28.49 (1:49.86)
28.21
28.21 (2:46.28)
27.83
27.29 (3:41.40)
Ikki so, at skula verða afturúrsigldur av dønum, tá ið tað kemur til video og slíkt:
http://www.svoem.dk/t2w_1526.asp