Onkur minnist kanska hendan grafin, sum eg byrjaði uppá tá einaferð í november í fjør, og sum spáddi at Pál fór at verða líka skjótur sum Mads Glæsner “einaferð á vári í 2009” … “tíðsnokk til HM í Rom”. Well, teir møttust egentliga longu í Rijeka, við marginalunum til fyrimuns fyri Glæsner, men HM í Rom kiksaði so hinvegin fyri Pál. Nú er trendin tó greið aftur 🙂
(Um skriftin er nakað lítil og kám, so hjálpir tað at hyggja her)
Grafurin er grundaður á úrslitum frá:
- DM á stuttgeil í 2007
- EM í Debrecen í Ungarn í 2007
- World Cup í Stockholm í 2008
- EM í Rijeka í Kroatia í 2008
- World Cup í Moskva í dag