Jón Bjarnason hevur sent nakrar myndir afturat úr kuldanum í Moskva, har vit her millum annað síggja Pál saman við tiltikna Vladimir Salnikov, 1500 metra meistari frá OL í Moskva og Seoul í 1980 og 1988, og fyrsti maður undir 15 minuttir í 1500 metra frí á langgeil.
Her eru tað so Pál og týski Jörg Hoffmann, heimsmeistari í 400 og 1500 frí frá HM í Perth í 1991, og eitt av høvuðs-venjaranøvnunum á komandi venjingarlegu í Potsdam.
Og her síggja vit so Merkið verða borið inn á “Olimpiyskiy”. Bjarnason skrivar í telduposti: “Tá ið føroyska flaggi var víst fram (presentera) so var tað til dundrandi tónar hjá føroyska bólkinum TYR. Øll fløggini vóru borin inn á brúnna (tann sum skilir 50m hylin) eitt í senn eftir fyrst saman at ganga inn á langsíðuna øll í senn.”
Jón skrivar eisini at: “Okur fingu loyvi til at lána massagubonk frá russum. Øll eru sera fitt her.”. Hann hevur onkra video, men upload-ferðin er einki at reypa av, so tað kemur at bíða eitt sindur. Nú í dag er fokus fyrst og fremst uppá 1500 metrar kl 14:00 🙂
Hví vann Salnikov ikki OL-gull í 1984? Well, russarar boycottaðu OL í Los Angeles í 1984, that’s why :-/
http://en.wikipedia.org/wiki/1984_Summer_Olympics
Tað var akkurát í hesum hylinum sum World Cup er, og Salnikov gav Páli hondina og ynskti honum alt tað besta við sínum 1500m
Okur vóna tað besta 😉