Frá Svimjisambandi Føroya
Landsdystur Føroyar – Ísland
Leygardagin 28 novembur kl 16, møtast Føroyar og Ísland til svimjilandsdyst í svimjihøllini í Gundadali í Havn.
Hesin okkara fyrsti landsdystur er ímillum 16 teir fremstu svimjararnar úr hvørjum landinum.
Til tess at skapa bestu karmar um hetta tiltakið, verður heitt á feløgini um at møta fjølment, til at stuðla og skapa rættan stemmning í høllini.
Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum, ið varðar í tveir tímar.
Gallaveitsla
Leygarkvøldið 28 novembur kl 20 verður Gallaveitsla í Læraraskúlahøllini í Havn.
Gallaveitslan er fyri allar svimjarar, og annars fyri øll ið varða av svimjingini.
Á menuini vera tríggir rættir, og vit fara at syngja og hugna okkum fram til umleið midnátt.
Hvørt felag skal hava undirhald í 5 min í part.
Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 225,00, og tú tilmeldar teg við at flyta hesa upphædd
á konto nr : 6460-151.845.5 í Føroya Banka. Hav kvittan við sum er atgongumerkið.
Síðsta freist at melda til er 20 novembur kl 12:00.
Er okkurt at spyrja um ring so tlf 573155 ella 221762