GEV GÆTUR! Tað vísir seg at akkurát hendan sendingin er avmarkað til bara sviar, í mun til aðrar sendingar á www.svtplay.se. Til ber tó at síggja World Cup á www.svimjing.com/live, við stream frá FINA og Universal Sports.
Svenskt sjónvarp sendir ‘LIVE’ frá World Cup svimjistevnuni í Stockholm, í kvøld og í annaðkvøld frá kl 18:00 føroyska tíð. Í kvøld skal Pál svimja finalu í 400 frí, umleið kl 19:00 føroyska tíð, við næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum í morgun. Og í annaðkvøld er tað so finalan í 1500 frí, sum hann er beinleiðis kvalifiseraður til.
Fylgið annars við á www.svimjing.com/live, har vit sum frægast royna at samla “live stream” og “live timing” á éinari síðu, saman við møguleikanum at chatta við restina av okkum áskoðarum.
Og gev gætur, at vit mest sannlíkt ikki síggja finaluna í 100 frí í annaðkvøld, av tí at sviar tíverri sum í fjør velja at tendra fyri streamingini eftir at 1500 er svomið. Tað fáa vit staðfest í kvøld, tá ið tey eftir røttum eiga at byrja við 800 frí finalu hjá kvinnum kl 17:40, samstundis sum tey á svtplay.se annonsera at “live stream” fyrst byrjar kl 18:00.
Eg hugsi ikki at tykur síggja nakran 1500m, tí sviar stinka til alt sum er longur enn 200m, og tí verður tað niðurprioritera
Men um onkur kundi goldi fyri internet til mín í høllini, so kundi eg nýtt Nokia N95 til Live stream og kommentarar
Lovi tó ikki at tað verður fyri sartar sálir hehe.
Hmm.. nú eg hugsi me um, kanska best ikki at gera tað
“400m verður kl 20:16 svensk tíð”