Pál Joensen svam í morgun rættiliga væl frá síni bestu tíð í 400 frí, tá ið hann svam innleiðandi 400 frí á World Cup í Berlin. Tíðin 3:44.91 rakk bara til eitt 16. pláss í Berlin, har hann í Stockholm svam 3:41.60 í innleiðandi, og síðani í finaluni setti føroyskt met við 3:40.16. Men einki er so ringt at tað ikki gott fyri okkurt annað – hervið kann Pál spara seg, meðan kappingarneytarnir í 1500 frí finaluni í morgin, skulu svimja finalu í 400 frí í kvøld, í kókandi høll í Berlin.
Hinir føroyingarnir hava eisini verið í hylinum, og svumu avbera væl, tá ið man hugsar um at hetta eru tíðir á morgni. Mona Simonsen svam undir 9 minuttir í 800 frí, áðrenn kl 9 á morgni týska tíð, og Pauli setti síðani persónligt met við tíðini 52.64 í 100 frí. Nú klokkan nakað yvir 11, týska tíð, svam Shaila millum Garðarnar so 50 frí við tíðini 26.92, har hennara føroyska met er 26.49. Altso trý góð úrslit, nær við ella betri enn teirra bestu tíðir.
Føroysku úrslitini verða upplistaði her, frá World Cup í Berlin:
http://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdHZPUFVQc0JYNUxMUVQzbHFXekFSRVE&hl=en
Offisiellu úrslitalistarnir síggjast her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/berlin/index_by_events.htm
Bjarnason forklárar á http://www.susvim.com:
Pál hevði 400m í morgun. Eg gitti í gjár, at ein skuldi svimja teinin uppá 3:41,8 ella betur fyri at koma í finaluna. Eg var bert 12/100 sekund frá. 3:41,68 var tað ein skuldi svimja fyri at náa finaluna. Í Stockholm svam hann 3:41,60 innleiðandi, tað hevði rokki til finalu í dag. Men fyrireikingin til innleiðandi í morgun hjá Pál og Shailu var nakað lort fyri at siga sum er. Pál svam klokkan 10:50 ella gott og væl 2½ tíma eftir at upphitingin í 25m hylinum var liðug, og tí vóru tey noydd til at hita upp í 50m hyli. Fyrireikarin vildi ikki broyta hin hylin til 25m, og ikki bar til hjá mær at koyra vanligu *dubult upphiting við Páli, tí nú vóru fleiri svimjarir við, og tá ið ein er í tungari venjing, ja so gongur tað ikki so gott uttan neyva upphiting har tíðir og pulsur avgerð succes ella fiasko. Hjá Pál var tað sera sjónligt at hann var kaldir, og als ikki kom í hægsta gear í morgun. 3:44,91 er ein vanlig morgun venjingartíð um okur hava hug til tað, og so kann ein ikki vera nøgdir, men tá ið ein kennir órsøkina, so verður ein lukkuvís ikki sligin út av tíð.
Les meira á http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=27557&number=17&width=
Sum tú sigur, so slapp ein frá at brúka kreftir uppá enn eina sekundera placering í dag seinnapartin. Vónandi gongur sum smurt í morgin.