Pauli Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti nú í morgun persónligt met í 50 frí á stuttgeil, við tíðini 23.24, har hansara besta tíð til nú frá Oyggjaleikum í summar var 23.33. Føroyska metið hjá Páli Joensen er 23.19, og spennandi skal tí vera at síggja, um Pauli klárar at vinna eisini hasar síðstu 5 hundraðpartarnar, til dømis á landsdystinum millum Føroyar og Ísland um smáar tvær vikur, ella á EM í Istanbul í desember.
Hjá hinum føroyingunum gekk ikki so væl, nú á World Cup stevnuni í Berlin í morgun. Shaila svam fyrst 100 frí í tíðini 59.15, har hennara besta tíð til nú er 58.12. Mona svam 400 frí í tíðini 4:25.76, har hennara føroyska met er 4:19.54. Og Shaila svam so aftur 50 firvald í tíðini 29.97, har hennara føroyska met er 29.11. Alt eitt sindur frá bestu tíðum, sikkurt tí at talan sum kunnugt er um morgunsvimjing, har flestu svimjarar hava tað betri í finalur um kvøldið.
Men nú bíða vit so spennt eftir at klokkan skal gerast 14:00 í Føroyum, tá ið Pál skal kappast fyri síðstu ferð á World Cup stevnunum í ár. Greinin er 1500 metrar frí, og kappingarneytarnir eru serliga italski evropameistarin Federico Colbertaldo, tunesiski heimsmeistarin og olympiski meistarin Oussama Mellouli, og týski Thomas Lurz, sum á 5 km teininum í sjógvi er óvinniligur. Mellouli svam slettis ikki væl í gjár, tá ið hann í finaluni gjørdist nummar 8 við tíðini 3:49.69, har Pál sum kunnugt svam 3:44.91 í innleiðandi 400 frí um morgunin, uttan at kunna koma í finalu. Og spurningurin er tí, um Mellouli bara sparir seg til í kvøld, ella um vit sleppa at síggja Pál vinna á sjálvum heimsmeistaranum frá HM í Rom í summar.
Pauli Ø. Mohr átti føroyska juniormetið á 23.33, og hevur harvið sett nýtt juniormet.
Orsaka Pauli, fyri at hava yvirsæð hetta
Offisielli listin er nú dagførdur á http://www.ssf.fo/kapping/met/juniormet-25m/