‘Superdraktirnar’ fara at verða brúktar eisini eftir 2009

Venjarin hjá Michael Phelps, Bob Bowman, hevur sambært SwimNews.com ætlanir at brúka ‘superdraktir’ eisini eftir 31. desember 2009, sjálvsagt ikki sum draktir at brúka í kapping, men sum venjingartól serliga fyrst á svimjiárinum, til at venja við hægri ferð og betri teknikki, enn hvat ið svimjararnir uppá tað tíðspunkt kunnu svimja uttan superdrakt. “I will be changing one thing: I will be using the suits in training … to give them the neuro-muscular feel for racing fast early in the season.”

phelps

Avstralski svimjiguru’in Bill Sweetenham sigur á líknandi hátt, at “The suits are the best training aid ever invented. They aid recovery, they aid flotation, help you swim higher in the water at speed and at lower speeds. You can do more repeats at race speed, and beyond race speed (without the swimmer breaking down). You can’t just do 30m at race speed but 50m and more. Far better than towing ropes and stretch chords. When kids are fatigued you can get the in a suit and aid their recovery.”

Hetta er sjálvsagt ógvuliga áhugavert, eisini fyri okkum føroyingar. Tí tað merkir vónandi eisini, at vit ikki missa alt aftur sum superdraktirnar hava hjálpt uppá føroysk svimjiúrslit, bara tí at tær nú skulu burtur aftur. Svimjararnir fáa við superdraktunum ein møguleika at svimja væl skjótari enn teir annars kundu, og læra so okkurt av tí, sum tey ikki missa aftur, hóast tey fara aftur í meira vanligar draktir.

Hetta kann eg persónliga skriva undir uppá, sum ein ið fyrst lærdi at svimja ordiliga um 17 ára aldur, og sum fann hjálp serliga av at venja í triathlondrakt. Tað er ikki so lætt at skula hugsa um hondstøður og ‘høgar albogar’, samstundis sum tú skalt stríðast við eisini at halda tær uppi, og tað hjálpti tí ein heilan deil at fara í eina vátdrakt, sum helt mær uppi sjálvt tá ið eg ikki gjørdi ein pinn 🙂

Annars áhugaverd viðmerking hjá Bowman har síðst í greinini, um hvat ið hann heldur at Phelps serliga hevur fingið burtur úr at fáa smekk á World Cup. Nevniliga at Phelps nú uppá sín kropp og í kapping hevur lært, hvussu nógv stytri hann kann senda seg og svimja undir vatni út í frá vegginum, áðrenn hann má byrja at svimja yvirflatusvimjing aftur. Hann mátti tí byrja at svimja fyrr, og justera eitt sindur til at umganga eina deyða sonu har í framdriftini, millum undirvatnssvimjing og yvirflatusvimjing. Og tað er so fyri tað fyrsta ein lærdómur sum hann kann brúka beinanvegin, umframt at tað kanska er ein gularót til hvat ið hann kann blíva betri til, einaferð longri frammi í framtíðini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.