Frálíkt videobrot her á JPtv, við danska silvurvinnaranum frá OL í Seoul í 1988, Benny Nielsen, sum vit á so mangan hátt kenna her í Føroyum.
Benny var stjørnan hjá Dag Stormark, sum var føroysku landsliðsvenjari upp undir Oyggjaleikir her heima, og sum síðani hevur havt svimjivenjarar sum til dømis Jón Bjarnason, Remi Lamhauge, Jákup Johansen og undirritaða gjøgnum útbúgvingina á Danmarks Trænerskole Aalborg. Summi minnast kanska at Dag og Benny vitjaðu í Føroyum, tá ið Benny var í hæddini, har Benny til dømis svam uppvísning í lítla hylinum í Fuglafirði. Jón Bjarnason og undirritaði hava ein yvirgang havt æruna av at venja dóttur hansara Anne Ø. Nielsen, í Svømmeklubben NORD í Nørresundby. Og í dag er tað so lítlasystur Anne, Mie Ø. Nielsen, sum ger tær stóru skreytirnar, í donskum kappingum árgang 1996.