Krisztina Egerszegi – Queen of Swimming

Her er ein deiliga sentimental video til heiðurs fyri ungarsku Krisztinu Egerszegi, sum var einaráðandi i ryggsvimjing síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Hon vann sítt fyrsta OL gull í 200 rygg í 1988, 14 ára gomul, sum tá yngsti svimjari nakrantíð. Vann eisini OL gull í 200 rygg í Barcelona í 1992 og í Atlanta í 1992, og varð harvið ein av bara tveimum íðkarum, ið hava vunnið somu einstaklingagrein trý OL á rað. Hennara heimsmet í 200 rygg á langgeil stóð í 17 ár, frá apríl 1991 til februar 2008. Á OL í 1996 var gloppið hjá henni aftur til nr 2 í 200 rygg heili 4.15 sekund, sum er tað størsta nakrantíð á einum 200 metra teini. Kelinavn “Egér” (mús á ungarskum), vegna sín (serliga í fyrstuni) unga aldur og ikki serliga imponerandi stødd. Og gavst so sum 22 ára gomul, sambært hesari video “because of lack of challenge”.


One thought on “Krisztina Egerszegi – Queen of Swimming”

  1. Puuuha, sikken nøkur øvilsi, umleið við 3:35 í videoini. Og sikken ein smidigheit í akslunum, umleið við 4:10

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.