Phelps fer eftir ‘legendunum’ nú

Craig Lord skrivar nú víðari á SwimNews.com um samrøðu við Michael Phelps og venjaran Bob Bowman í Berlin, har teir millum annað koma inn uppá hvat hann nú kann fara eftir, nú hann longu er “the greatest olympian in history”. Og svarið frá teimum er, at hann kann fara eftir legendum. Ella sum Bowman sigur: “Now we’re at a stage where whatever he does is about establishing a legacy.”

phelps...

Lord listar upp nøkur legendarisk ‘met-met’ sum Phelps kann fara eftir: Til dømis at gerast mannligi svimjari sum vinnur sum grein á trimum olympiskum leikum. Ella at vinna 4 gullheiðursmerki afturat, og harvið hava vunnið dupult so nógv sum tey ið hava vunnið næstflest olympisk gull. Ella bara at vinna tvey heiðursmerki afturat teimum hann longu hevur, íroknað silvur og bronsu og harvið hava vunnið flest heiðurmerki av øllum olympiskum luttakarum nakrantíð. Ella fýra afturat, og harvið hava vunnið flest einstaklinga-heiðursmerki (altso undantikið stafettir). Ella at vinna 100 frí.

Lord spyr víðari: “Do you know what records of records you have?”. Phelps veit ikki, men Bowman svarar at ‘vit’ (tvs. hann 🙂 plaga at finna okkurt fram, sum til dømis hvussu heimsmet Spitz setti, ella hvussu nógv amerikansk meistaraheiti hann vann.

Síðani tosa teir eitt sindur um viðurskiftini teirra ímillum, Phelps og Bowman, um hvussu teir nú kunnu slappa av, har serliga Bowman opinbart var stressaður upp undir OL í Beijing í 2008. Og Bowman um hvussu tú ikki kanst fasthalda einum ítróttarfólki konstant á toppstøði í 8 ár, og at Phelps faktiskt hevur sett met eisini her. “I can’t recall another swimmer who held the standard he has for so many years.”

Síðani eitt sindur um størstu sigrarnar, har holmgongan við Cavic um 100 firvald á HM í Rom í summar taldi sum ein av teimum størstu hjá Phelps, afturat fyrsta OL gull í Athen í 2004, tá ið hann setti heimsmet í 400 blandað.

Les víðari her á SwimNews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.