Kom og ger landsdystin til eitt brak!

CIMG8225Komandi leygardag verður landsdystur millum Føroyar og Ísland í svimjihøllini í Gundadali, frá kl 16 til 18 føroyska tíð. Beinleiðis í føroyskum sjónvarpi, og eisini beinleiðis á internetinum til íslendingar og allan heim. So svimjiáhugaðir føroyingar – komið niðan og syrgið fyri at tey hoyra okkum!

Tiltakið er bara hesar tveir tímarnar, uttan innleiðandi riðlar ella líknandi. Skipanin er einføld: Tveir føroyingar og tveir íslendingar í hvørjari kappingargrein, sum royna at koma fyrst á mál, og sum so fáa stig, alt eftir um tey verða nr 1, 2, 3 ella 4. Og so verður talt upp, hvat lið sum fær flest stig.

CIMG8151

Svimjisambandið setir øll segl, og pyntar høllina sum til Føroyameistarastevnuna í vár. Fólk rokast í løtuni við at skaffa stór fløgg, lýsingar, tónleik og klappitrø. Kringvarp Føroya verður har við sjónvarpsmanning sum til FM, og so er tað annars upp til okkum restina, at skapa stemningin.

So tit sum plaga at vera røsk at heppa á føroyskum svimjistevnum – tað er nú at tit skulu seta met. Bara tveir tímar, full drøn á kassan, har tit rópa garvilt á alt sum yvirhøvur líkist einum svimjara. Heppið gestablíð á bæðir føroyingar og íslendingar, og við ítróttaranda á bæði vinnar og taparar.

(video strikað)

Eg havi persónliga upplivað tvær svimjistevnur, har eg veruliga fekk gásarhold av stemninginum, uttan at eiga nakran í hylinum. Tann eina var á EM í Rijeka í fjør, tá ið kroatar heppaðu á síni, og hin var á sama hátt, tá ið italienarar svumu á HM í Rom. Vónandi verður hetta løtan, tá ið okkara svimjarar her heima eisini sleppa at royna hetta.

So nokk talað… tíðindaskriv og alt hatta har kemur seinni. Setið hasar báðar tímarnar av leygardagin, til at stuðla føroyskari svimjing. Tað kostar 100 krónur fyri fólk yvir 16, og einki fyri tey sum eru 16 ella yngri. Og tað verður minst tvey ár til næstu ferð, at akkurát hetta tiltak verður í Føroyum.

(video strikað)

3 thoughts on “Kom og ger landsdystin til eitt brak!”

  1. Men Rókur, í Rijeka hevði tú tað besta plássi í høllini sum ikki kundi keypast fyri pengar. So tað var nemt at fáa ALT við, og ja stemningurin var fantastiskur.

    Vónandi fáa okur fleiri føroysk met leygardagin og vónandi sleppa okra svimjarir at hoyra 100% fanatiskar fjepparar ganga amok 😉

    Hoyrdi eg onkran biða um ein stálterning? ;o)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.