Niðurlendingar høvdu lovað 10.000 evrur í bonus til tann sum uttan ‘superdrakt’ kláraði at svimja skjótari á Swim Cup Eindhoven 2009 her um vikuskiftið, enn tey heimsmet sum vóru galdandi tann 31. desember 2007; tað vil siga áðrenn superdraktirnar komu á marknaðin. Men sambært SwimmingWorld Magazine var tað einans Randall Bal sum kom heilt nær teimum gomlu metunum, við 24.81 í 50 rygg á langgeil, har heimsmetið hjá týska Thomas Rupprath anno 2007 var 24.80, svomið í 2003.