“Tessan” sorlað norðurlendsku metini í 50 og 100 rygg

Sum teir siga á danska partinum av www.simma.nu, so er tað nokk bara gott fyri bæði donsku Jeanette Ottesen og nú eisini Pernille Larsen, at svenska Therese Alshammar ikki fer at luttaka á evropeisku meistarastevnuni í Istanbul í desember. Jeanette sjálvsagt vegna 50 metra firvaldasvimjingina, har Alshammar eigur heimsmetið, men Pernille vegna ryggsvimjingina. Tí “Tessan” tók nevniliga norðurlendska ryggmetið hjá donsku Louise Ørnstedt í vikuskiftinum, við meira enn einum hálvum sekundi, á svensku meistarastevnuni í Gøteborg. Alshammar svam 26.62 har norðurlendska metið hjá Ørnstedt var 27.26. Og Alshammar tók eisini metið í 100 rygg við 57.43, har norðurlendska metið hjá Pernille Larsen var 58.45. Sí t.d. her á simforbundet.se.



Tilsamans vóru eini 15 nýggj svensk seniormet sett á stevnuni í Gøteborg:

  • 4×50 fr damer Väsby Simsällskap 1.38.93
  • 100 me damer Therese Alshammar Täby Sim 58.07
  • 4×100 fr herrar SK Neptun 3.09.53
  • 4×50 me herrar SK Neptun 1.35.01
  • 4×100 fr damer Väsby Sim 3.36.20
  • 50m ryggsim herrar Simon Sjödin 23.95
  • 100m ryggsim herrar Simon Sjödin 51.41
  • 4x100m medley herrar 3.29.41
  • 50 br herrar Stefan Nystrand Neptun 26.70
  • 400 me damer Sara Thydén Väsby Sim 4.33.87
  • 100m ryggsim damer Therese Alshammar Täby 58.05
  • 100m ryggsim damer Therese Alshammar Täby 57.43
  • 4x100m medley damer Väsby Sim 3.57.58
  • 50 rygg damer Therese Alshammar Täby Sim 26.62
  • 4×50 fritt herrar SK Neptun 1.25.53

2 thoughts on ““Tessan” sorlað norðurlendsku metini í 50 og 100 rygg”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.