Avstralski Eamon Sullivan hevur ikki havt eitt serliga gott ár í ár. Fyrst ein fjórða skurðviðgerð í mjødnini, einaferð tíðliga í vár. Síðani avboð frá HM í Rom í summar vegna sjúku, sum BigPond News nú avdúkar var “stress-related”. Og síðani blindtarmin skornan burt í heyst, meðan hann var á hæddarlegu í Flagstaff.
Eamon Sullivan viðgongur sjálvur sambært greinini í BigPond News, at tað kanska ikki var so heldigt at byrja við venjingini aftur bara tríggjar dagar eftir skurðviðgerðina:
“I only had three days off after the operation which probably wasn’t ideal, but I was up at high altitude and wanted to get the benefits of being up there, so I’m just going through the process now of finding out what I can, and can’t do and trying to make sure I do the right thing now.”
Hann nevnir eisini nakrar innspræningar í økslini, og gleðir seg annars til 1. januar, at kunna viska burtur 2009 og arbeiða frameftir.