Avstralski høvuðsvenjarin farin í farloyvi vegna ákæru um siðamisbrot

Avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson hevur valt at fara í farloyvi, meðan avstralska svimjisambandið kannar eitt mál um “inappropriate behaviour”. Samstundis kannar avstralska løgreglan eitt gamalt mál, har venjarin og fyrrverandi OL-svimjarin Terry Buck skal hava gjørt seg inn á ungar dreingir. Craig Lord á SwimNews heldur lítið um hesa nú almennu kanning hjá svimjisambandinum, meðan Tony Austin á scaq.blogspot.com hinvegin nýtir høvið at koma við nøkrum góðum ráðum til venjarar og foreldur at ungum svimjarum, við støði í reglum hjá amerikansku skótarørsluni …

Stutt sagt eru leiðireglurnar:

  • At tað altíð skulu vera tvey vaksin til staðar til venjing og á ferðum, so sum ein venjari og eitt foreldur.
  • At svimjarin ongantíð er einsamallur saman við vaksnum venjara, leiðara ella líknandi hjálparfólki.
  • At tey vaksnu respektera privatlívið hjá svimjaranum undir umklæðing og undir brúsuni. Og øvut.
  • At svimjarar ikki sova í rúmi saman við øðrum vaksnum enn sínum foreldrum ella verja, og at gentur og dreingir hava hvør síni brúsurúm og vesi, ella hvør sína tíð í brúsurúmi ella vesi.
  • At eitthvørt vandamikið virksemi altíð verður fyrireikað so væl sum gjørligt. (Hetta er meira skótar, sovorðið sum rapelling og tílíkt).
  • At einki er ‘loyniligt’ í felagsskapinum… umfatandi millum annað at foreldur hava rætt at verða til staðar undir venjing.
  • At fólk altíð eru sømiligt ílatin. “No skinny-dipping”
  • At venjarar og leiðarar eru konstruktivir, tá ið teir rætta.
  • At happing og eyðmýking til dømis í sambandi við ritual ikki fer fram.
  • At ungir venjarar og leiðarar læra hesar leiðireglur, og verða eftirkannaðir viðvíkjandi hvussu teir yvirhalda tær.

Endamálið er sjálvsagt ikki at mistonkiliggera allar venjarar og leiðarar, men heldur at minimera møguleikan fyri misbrotum, og umganga einhvørjan mistanka. Sum Austin sigur í innganginum til sína grein, so eru tað typiskt tveir høvuðstættir í tíðindunum um svimjing, um tú leitar til dømis við news.google.com: At onkur er druknaður, og at okkurt siðamisbrot er framt. Í báðum førum er talan um trupulleikar sum kunnu umgangast, um bara vit altíð eru fleiri sum ansa eftir svimjarunum í senn. Og her er ‘ákæran’ í hasum skótareglunum jú nærmast mest rættað ímóti foreldrunum, at mistankin, misbrotið ella vanlukkan kann umgangast fullkomiliga, um bara vit taka størri lut í tí sum okkara børn gera.

One thought on “Avstralski høvuðsvenjarin farin í farloyvi vegna ákæru um siðamisbrot”

  1. 31-victims have come forward so far and none of them have mentioned civil suits nor demands for financial relief. That’s a preponderance of accusations and neither profit nor fame appears to be a motive here. Just calls for Justice.

    I feel bad for his wife and daughter and most of all for those humiliated by coming forward with their complaints. (Note how the Australian Press is making them into the villains) Obviously Swimming Australia failed all of the above for having no policy in place to protect both the coaches and the swimmers. ESPECIALLY the swimmers!
    http://scaq.blogspot.com/2009/12/more-males-have-accused-deceased.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.