Shaila millum Garðarnar mátti tíverri melda avboð í dag; men hini fýra eru so komin norður og vestur í øllum góðum, saman við einum venjara, einum leiðara, einum fysioterapeuti og einum fjeppara. Tað leikaði annars hart á í dag, tá ið suðuroyingar ta einu løtuna lógu verðurfastir har suðuri, og tískil risikeraðu at ikki bara koma ov seint til flúgvaran í morgin árini, men eisini flúgvaran víðari til Istanbul úr Kastrup seinnapartin í morgin.
Men nú sær tað altso nøkulunda út. Landsliðssvimjararnir eru Kári J. á Høvdanum, Pauli Ø. Mohr, Mona Simonsen og Pál Joensen. Landsliðsvenjari er Jón Bjarnason, og fysioterapeutur Thurid Kjærbo. Ferðaleiðari er undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og Øssur Mohr hevur so persónliga valt at taka ta langu leið til Turkalands, at stuðla soninum Paula. Upp tíðliga í morgin, avstað til evropameistarakappingina. Morgindagurin er reinur ferðadagur, men mikudagin sleppa vit at royna hylin, og hósdagin byrjar EM.