USA lærir nú veruliga hvussu nógv draktirnar hjálpa

Amerikanskir masterssvimjarar kunnu enn brúka superdraktir, og har vóru tí til dømis sett 43 heimsmet bara fyrsta dagin av “The Southwest Zone Short Course Meters Championships”, sum er meistarastevna hjá masters í Suðurcalifornia og Nevada. Til dømis svam ein teir kalla Coach Matt “a low :48 which is probably a second or two slower than Phelps!. Tann eina morgunin settu tey til dømis ‘bara’
‘In other news’, so hava tær meira kendu amerikansku svimjistjørnurnar eisini havt sína meistarastevnu á “short course yards”, men her uttan at kunna brúka superdraktir. Amerikanska svimjisambandið bannaði sum kunnugt nýtslu av superdraktum
longu frá 1. oktober 2009, og úrslitið er av hesum er nokk so greitt: Einki amerikanskt met sett yvirhøvur, á meistarastevnuni, hóast til dømis Jessica Hardy luttók, sum annars á World Cup herfyri setti met omaná heimsmet á “short course meters”, og sum tað tí burdi ligið væl fyri hjá, at sett amerikansk met eisini á “short course yards”

Úrslit frá 2009 AT&T USA Swimming Short Course National Championships kunnu síggjast her:
http://www.star-meets.org/results/SCNats/2009/

Video og annað gott frá hasari masters-kappingini kann síggjast her:
http://grunions.liveswim.net/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.