Ja, so siti eg í lobbyini á “WOW hotel 5 star”, sum ikki er tað sama sum “WOW hotel 4 star”, ið liggur beint við síðuna av, ella hitt sikkurt rættiliga ótespuliga “WOW hotel 2 star”, sum bilførarin segði lá inni í sjálvum Istanbul. Bilførarin segði “minutes” fyri “star”, tá ið hann skuldi spyrja hvar vit skuldu – “5 minutes or 2 minutes?” – so tit kunnu gita at tað var eitt sindur fløkjasligt. Og tað endaði eisini við at hann bara gav okkum eitt millumting, við at seta okkum av yviri við “4 star”. Men ókey, so lærdu vit at fraklendingar búgva har yviri, og so fekk Bjarnason eitt sindur meira motion, av at skula bera massagubonkin her yvir.
Annars er hetta í prinsippinum heldur ikki tað rætta hotellið, við tað at vit bóðu um at sleppa at búgva Akgün Hotel, ið liggur longri frá flogvøllinum men tættari at Abdi Ipekci Arena. Men har var opinbart fult, og so endaðu vit her. Glaðir eina løtu, við tað at vit so um ikki annað vóru á hotellinum har Coaches Clinic skuldi haldast… inntil teir eisini fluttu ráðstevnuna.
Men hvat, nú eru vit checkað inn, og her er øgiliga pent. Eg havi gott nokk persónliga drigið nittuna, við at fáa eitt kamar har stikkið til internet er bara eitt gapandi hol, við tí úrsliti at eg í staðin siti her niðri í forhøllini og skrivi. Men hetta sær pá allar mátar fínt út, og tað er faktiskt nokk so metropolskt at sita her og hoyra øll møgulig mannamál, meðan eg skrivi. So kemur man líkasum í stemning.
Túrurin er annars gingin sum eftir ánni í dag, sum um at alt var planlagt til akkurát at passa saman. Vit vaknaðu kl hálvgum sjey til morgunmat á 62º N, og fóru so beinleiðis yvir á flogvøllin, checkaðu inn og flugu til tíðina. Komin til Kastrup, rendu vit okkum beint í danska landsliðið, sum vóru á veg higar. Bjarnason hugsaði skjótt, og skaffaði okkum beint har atgongd til svimjihøllina hjá Kvik Kastrup, sum er beint við flogvøllin. Baggaguna í depot, inn í ein taxa, og so at svimja. Taxasjafførurin vísti seg at vera ein fryntligur ein, sum plagar at koyra fyri sjúklingahotellið, og tað var tí einki problem at fáa hann at koma aftur eftir okkum eftir svimjing. So sótu vit eina løtu og bíðaðu, til vit sloppu at checka inn, og fóru so innkomin aftur at eta. Og so var klárt at flúgva aftur, beinleiðis til Istanbul, har fólk stóðu í móti okkum. 1 kilometur til hotellið her, har fólk aftur vóru klár. So nú eru svimjararnir annaðhvørt longu farnir í song, ella á veg í song, at møta aftur til morgunmat og síðani morgunvenjing kl 08:00, turkiska tíð.
Onkur ting hava sjálvsagt verið, so sum at har lá ein meira ella minni deyðasjúkur dani við síðuna av okkum, á túrinum frá Keypmannahavn til Istanbul. Hann var so útlúgvaður, at hann ikki ein gang orkaði at taka upp fyri munnin, tá ið hann hostaði seg í kík. Men flogternurnar hildu tað opinbart vera ókey, so her er nokk ikki so nógv annað at gera, enn at krossa fingrar fyri okkum onnur. Tann eina flogternan var forrestin ikki heilt ‘clever’, tí hon kláraði fleiri ferðir at missa alt møguligt har afturi í flúgvaranum, umframt at koyra illa á fótin hjá hinari flogternuni við hasum tunga vogninum, so at hin flogternan dansaði. Og at lata lúkuna uppi yvir mær so brádliga upp, at eg fekk regulert ‘bolla-regn’ útyvir meg. Men ókey, einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt annað… vit mundu bara doyð í látri, og eg havi nú ryggsekkin fullan í bollum.
A ja. Vit eru nú tveir tímar frammanfyri tykkum, og man má tí heldur umhugsa at leggja seg, nú klokkan eftir øllum at døma er midnátt. Eg havi onkrar frálíkar myndir frá Kastrup og flogfarinum, umframt onkra video; men tað kemur so at bíða til í morgin.
Ein lítil detalja var, at teir hugdu undir bussin hjá okkum her, við einum risastórum tannlæknaspegli, tá ið vit stóðu við bummin til hotellið. Bomb control.