Tað gekk kanska ikki heilt so gott sum vit høvdu vónað, viðvíkjandi at fáa Paula undir metið hjá Pál í 50 frí, og Kára niður at hótta metið hjá Páli í 100 firvald. Pauli segði seg nú eftirfylgjandi, at hann ikki føldi seg so væl í knallreyðu Jaked draktini, tí at hon er øll plastikk, og at hann tí hevur trupult við at ‘føla vatnið’. Og at hann tí mest sannlíkt fer at svimja í Speedo LZR draktini í morgin. Trupulleikin hjá Kára var meira, at hann bleiv so spenntur beint upp undir kappingina, at hann legði ov hart út, og tí doyði ímóti endanum. Alt skúm fyrstu longdina, og so var ov seint at gera tað gott aftur. Jón Bjarnason heldur um svimjingina hjá Kára, at tað hálva sekundið sum hann svam skjótari ta fyrstu longdina, kostaði minimum 1 sekund ímóti endanum.
Pál setti sum kunnugt føroyskt met í 400 frí, við áttandu bestu tíð av øllum, og harvið pláss í finaluni. Men tað var eftir øllum at døma mest ein test; tí teir vóru skjótir at melda frá finaluni, og hava síðani hugt at og mett um teir av hinum kappingarneytunum í 1500 metra frí, ið eisini svomu 400 frí. Eg skal ikki avdúka ov nógv her, men teir hava enn avgjørt gott mót, og hava teir veruligu kappingarneytarnar avmarkaðar til nakrar heilt fáar. Har vóru nevniliga fleiri av teimum sum Pál kemur at møta í finaluni í 1500 frí, sum svumu beinleiðis verri í innleiðandi 400 frí, og eisini í finaluni.
Annars er hetta altso rættiliga kaotiskt, tað heila. Hetta við vatninum er droytt, og tað hjálpir ikki at eg her í kvøld fekk ein seðil um at tað nú bara eri vit “Head of Delegation” sum kunnu fara eftir vatni, við eini skamtan uppá bara tvær fløskur til hvønn svimjara, til hvønn part av stevnuni. Eg veit ikki um turkar ræðast kulda, men teir hava altso hitan skrúvaðan for frá allastaðni, í høllini og í bussinum. Og bara busstúrurin kostar tí typiskt minst eina hálva fløsku. Sum eg segði við Bjarnason her einaferð í dag, tá ið eg aftur uttan eydnu hevði verið úti og leitað eftir vatni, so tosa vit ikki bara um handan har tørvin hjá íðkarunum at vera optimalt ‘hydreraður her’, men faktiskt um at umganga at vera beinleiðis dehydreraði. Vit venjarar og leiðarar eru í aðru røð, og tað kostar altso eisini, onkunstaðni.
Hylurin hevur lyndi at brotna, fingu vit at vita á tekniska fundinum. “The railings round the pool are not as strong as they seem”. Nice. Eina løtu seinni segði hann at vit máttu ansa eftir stengrunum til vendifløggini, tí at ein longu var brotnað. Og í finaluni í kvøld datt eitt av hasum nummarspjaldrunum av banatogunum. Vit hava velduga nógv pláss ‘handan tjaldið’, men eru kroyst saman í alt ov lítið pláss við kappingarhylin, hóast turkarar eftir øllum at døma ikki ætla sær at koma at hyggja at kappingini. Ella ikki vita um hana, sum er rímiligt, tá ið man hugsar um at ongar lýsingar eru uttanfyri, uttan viðvíkjandi HM í kurvabólti í 2010.
Tað er eingin greið ruta frá okkara plássum til “last call room”, har svimjararnir skulu møta áðrenn kapping, og vanligasta ruta er tí ein sum involverar annaðhvørt at klintra upp um ein kamera-platform, ella kroysta seg millum hann og girðingina, meðan man ansar eftir ikki at skræða seg á teimum ‘strips’ sum av einhvørjari orsøk eru heft til girðingina. Allir leysir stólar eru hasir klassiku hvítu havastólarnir, og netið av forleingaraleidningum í pressurúminum sær út sum ein brandfella. Har ganga fólk og ansa eftir at vit fara í hesar bláu posarnar um skógvarnar, sum tó einki hjálpa, við tað at høllin sjálv er gravskitin, og vit tí upp á onga tíð dragsa lort frá áskoðaraplássunum har vit skulu sita, oman á kantin við hylin har vit skulu ganga.
Tað sum heldur øllum uppi, er at hetta hóast alt er ein evropameistarastevna, og at øll tey stóru nøvnini eru her. Eg havi til dømis eitt frálíkt videobrot við Pál Joensen og Milorad Cavic, har teir sita og práta saman um hví Cavic ikki svam, nú vit allíkavæl vóru noyddir at sita mest sum uppi á hvørjum øðrum. So svimjararnir halda stemninginum uppi, við tað at teir vita at hetta er ‘tað’, og at tað nokk ikki fær verið ørvísi.