Tíðindi frá SSF: Annar dagur í Istanbul
Aftaná innleiðandi um fríggjamorgunin í Istanbul eru føroysku svimjararnir lidnir fyri í dag. Tað vóru tey trý Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pauli Øssursson Mohr og Mona Simonsen, sum svomu ávíkavist 50 metra ryggsvimjing, 100 metra frísvimjing og 800 metra frísvimjing. Tað vil siga absoluttu sergreinirnar hjá Kára og Monu, meðan Pauli trívist best á 50 metrum.
Kári J. á Høvdanum hevði tilmeldingartíðina 25.99 í 50 rygg, úrslitið hjá Kára gjørdist 0:26.82, ein tíð næstan eitt sekund frá bestu tíð, og eina tíð sum Kári ikki er nøgdur við. Hetta árið hava Kári og venjari hansara arbeitt við at broyta stílin hjá Kára, og sum skilst eru teir ikki nøgdur við tí teir hava fingið burtrúr.
Pauli Ø. Mohr hevði tilmeldingartið 52.64 í 100 frí, tá avtornaði var hann tætt uppá at náa sína bestu tíð, men endaði á 52.70 útleggið á fyrstu 50 var 24.90. Ætlanin var at leggja hart út og so royna at fáa eina góða endatíð. Fyrsti partur eydnaðist væl við útleggi uppá 24.90, men tíverri helt tað ikki heim, og Pauli var 6 hundraðapartar frá sínum føroyska juniormeti.
Í morgun var Mona Simonsen fyri fyrstu ferð í kapping 800 frí, tilmeldingartíð 8:58.61 (sum er føroyskt met). Riðilin í morgun var rættiliga skjótur og Mona hevði trupulleikar at fylgja við. Endaliga tíðin hjá Monu gjørdist 9:06.66 knapt 8 sekund seinni enn hennara føroyska met. Annars var kappingin sera væl splittað, sum sæst á tíðunum her: 31.30, 33.27, 33.72, 33.72, 34.16, 34.00, 34.20, 34.36, 34.67, 34.60, 34.93, 34.74, 35.01, 34.91, 34.98, 34.09.
Stemningurin er góður í ferðaliðið og tey eru nú komin á hotellið og kunnu taka sær av løttum seinrapartin, áðrenn kappingarnar halda fram leygarmorgunin.
Til ber at fylgja við svimjarunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, har tú kanst chatta við aðrar áskoðarar, umframt at síggja smá videobrot úr høllini í Istanbul. Um nakar sær turkisku sjónvarpsrásina “TRT 3”, so senda tey eisini beinleiðis sjónvarp frá innleiðandi riðlunum.