Fyrst var tað ungarski úrmælingurin Daniel Gyurta, ið á evropameistarastevnuni í Istanbul setti heimset í 200 bringu við ótrúligu tíðini 2:00.67, har heimsmetið hjá avstralska Christian Sprenger frá í august mánaða var 2:01.98. Síðani betraði italska Federica Pellegrini við tíðini 1:51.17 um sítt heimsmet í 200 frí, har hon á evropameistarastevnuni í Rijeka í fjør svam 1:51.85. Og so hendi tað heilt ótrúliga, tá ið báðir russararnir Stanislav Donets og Arkady Vyatchanin vunnu gull og settu heimsmet í 100 rygg, við tíðini 48.97, har heimsmetið hjá Vyatchanin frá leygardegnum var 49.17. Les SwimInfo.com
vunnu gull og settu heimsmet í 50 rygg
Donets er kanska ikki sooo góður til longri teinar, men hann kláraði at hanga í allar 100m. Men eg hugsi at Vyatchanin hevði vunni við 2m um teir svumu 110m. Hann var øgiligur seinasta 25m.
Takk fyri Jón… eg treingi vist nokk til at fáa heilan rebootaðan :-S
Tí hann eitur Donets, altso har skal eitt “s” í endan á navninum 😉
Rókur, tú burdi lært tað av “Tropic Thunder”, sum tú sást í Istanbul.
“Never go full retard” 🙂
Hahahahahah klassiskt. Har er bara for nógv gott í hasum filminum.
Tak teg nú saman Rókur 😉