Mest hugvekjandi avrik á EM í Istanbul var eftir mínum tykki, tá ið lutfalsliga lítli og (latum okkum bara viðganga tað…) tjúkki Johannes Dietrich vann 50 firvald, við nýggjum evropameistarastevnumeti á 22.07 sekund. Hann er ikki meira enn kanska 180 cm høgur, og ikki serliga góður til sjálva firvaldasvimjingina… men hinvegin heilt einstandandi teir fyrstu 15 metrarnar í starti og eftir vending, tá ið man hevur loyvi at svimja bara beinspark undir vatnskorpuni. Go go Super-Joe!
Á myndini her síggjast danski Jacob Andkjær og týski Johannes Dietrich, í semifinaluni. Andkjær endaði úti á geil 1 í finaluni, og Dietrich á bestu geil í miðjuni. Tað er Super-Joe til høgru 🙂
Av eini og hvørjari orsøk hugsi eg Lord of the Rings, tá ið eg síggi Super-Joe
14 hundraðpartar skjótari enn Bousquet og Korotyshkin. Andkjær er heilt afturi á 5.94 sekund, sum er spakuligari enn Dietrich hevði klárað eina longd í okkara 16.67 metra stuttu skúlahyljum.
http://www.swim.ee/competition/2009_turkey/mbut50f.html