Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Svimjisamband Føroya byrjunarskeið fyri venjarar í pinkubarnasvimjing. Skeiðið er ætlað øllum feløgum innan SSF.
Tað verður Lena Andersson-Stenquist úr Svøríki, ið kemur at undirvísa. Lena hevur undirvíst pinkubarnavenjarum síðan fyrst í 80-unum og hevur eisini verið við til at gera tað svenska undirvísingartilfarið.
Pinkubarnasvimjingin er fyri pinkubørn upp til 2 ára aldur (saman við einum vaksnum).
Hvar: Skeiðið verður í Eysturskúlanum.
Nær: 15. til 17. jan. 2010
Kostnaður: 1500,00 kr. fyri hvønn.
Skeiðið liggur soleiðis:
Fríggjakvøldið kl. 18.00 – 21.00:
- Hvat er pinkubarnasvimjing, endamál og hví
Leygardagin kl. 9.00 – 18.00 (við døgverða og drekka):
- Teori og praksis, medisinsk og fysiologisk kunning,
- at vera leiðari, vatnið og reinførið
Sunnudagin kl. 9.00 – 16.00 (við døgverða og drekka):
- Hvussu skipa vit fyri, trygd og ábyrgd,
- hvussu mennist barnið, endi.
Tilmelding: við sms til 597558 ella 584473 í seinasta lagi 4. jan 2010
Jórun Eið Johannesen