Rikke Møller Pedersen 1:04.21 í 100 bringu

Danska Rikke Møller Pedersen hevur í dag betrað um sítt evropamet í 100 metra bringusvimjing, á Salnikov Cup í Sankta Pætursborg. Nýggja tíðin er 1:04.21, har hon á World Cup stevnuni í Moskva í november svam 1:04.43. Eitt slag av uppreisn vælsagtans, eftir at hon á EM í Istanbul herfyri varð kolldømd í innleiðandi riðlunum av hesi grein.

4 thoughts on “Rikke Møller Pedersen 1:04.21 í 100 bringu”

  1. Offisielli úrslitalistin sigur bara “DSQ”, og donsku fjølmiðlarnir eru á tremur við ymiskum gitingum, um man leitar eftir orsøkini til kolldømingina á EM. Men tann gjøgnumgangandi kolldømingin í bringusvimjing á EM var altso fyri at gera tað eina loyvda firvaldasparkið áðrenn man byrjar uppá undirvatnstakið, sum tey eisini skriva um her á fyen.dk og her á dk.msn.com.

    Søren Korbo nevndi tað á tekniska fundinum áðrenn EM, at reglan altso var at man mátti gera éitt firvaldaspark ímeðan man ger undirvatnstakið, men ikki áðrenn ella aftaná. Eftir øllum dømum hava nógv skift til at leypa útí og so avgreiða firvaldasparkið meðan hendur enn eru í streamline frammanfyri kroppin, heldur enn at hava tað sum ein “náttúrligan” part av undirvatnstakinum.

  2. Øhhh, á offisiella úrslitalistanum stendur Rikke Møller Pedersen at vera DSQ, í “Women’s 100 m Breaststroke Final”.
    http://salnikovcup.ru/eng/result/f20u/

    Møguliga setti hon metið í innleiðandi riðlum, við tað at tað sambært skránni fyri stevnuna eisini eru ‘preliminaries’.

    Upprunaligu tíðindini eru av heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, http://www.svoem.dk:
    http://www.svoem.dk/t2w_491.asp?id=3656&tid=19%2D12%2D2009+20%3A43%3A00

    1. Hmmm, russarar… má fara at leita í cache, til at vísa munin….

      Við tað at tær eru bara átta á hesum seinna listanum, so kundi tað sæð út sum um at hetta er finalan:

      salnikovcup_later

      Men hvussu kemur tú í finalu, um tú verður diskað í innleiðandi?:

      salnikovcup_earlier

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.