SwimNews.com veit nú at siga frá ónevndum keldum, at HM í 2010 møguliga verður flutt til Las Vegas ella Indianapolis í USA, um Dubai nú vegna fíggarliga trongstøðu ikki fær havt heimsmeistarastevnuna sum ætlað. FINA og fyriskipararnir í Dubai halda enn fast uppá at HM verður í Dubai um nú minni enn eitt ár, hóast hvørki svimjihøll ella kervi runt høllina er komið nakran veg enn, og hóast byggivinnan í Dubai er hart kroyst av fíggjarkreppu og eini røð av ørvitisprojektum. Og tí er tað eftir øllum at døma so, at FINA er farið undir at fyrireika eina “plan B” ætlan fyri HM í desember í 2010, ífall ætlaða høllin í Dubai ikki er klár at verða roynd á ætlaðu World Cup stevnuna har í oktober. Les SwimNews.com