Sjálvur “Tarzan” – Johnny Weismuller – skal einaferð hava sagt um kappsvimjing, at “the greatest secret to freestyle swimming is relaxation at top speed“. Hann var í 1922 fyrsti maður undir minuttin og 59 sekund í 100 frí á langgeil, og vann í 1924 og 1928 OL gull á teininum, sum ein av teimum fýra monnunum ið til nú hava megnað at vunnið 100 frí á tveimum Olympisku Leikum (Duke Kahanamoku, Johnny Weismuller, Alexander Popov & Pieter van den Hogenband).
Her er tað tvífaldi heimsmeistarin Filippo Magnini, ið svimur kapp á evropameistarastevnuni í Istanbul, nú í desember. Tað eru sikkurt ymiskar meiningingar um hvussu hann setur albogan í, nærmast samstundis sum hondina. Men leggið líka til merkis hvussu lítið spennt hondin er, hóast hann er í harðari kapping, og hóast hon um nakrar brøkpartar av einum sekundi skal skræða vatn til sín.
Har eru eisini onkrar aðrar góðar ‘hondmyndir’ hjá G. Perottino …
Hesa haldi eg at vit kalla bara fyri “Nessie“:
Og hesa fyri “Wall of Water”:
(Photos courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Perottino)
Rætt skal vera rætt: Tað var Bartal sum fór at tosa um hesa myndina av Magnini, ein dagin her upp undir Jól 🙂
Tann fyrsta myndin sær út sum fyrsta armtak hjá Pippo aftan á startin, og kanska tí at álbogin er heldur lágur tí at yvirkroppurin annars er á veg næstan beint upp fyri at koma upp at plana. Men teir við “Meat Hook” teknikkinum svimja væl nærum allir soleiðis. Pippo svam annars ikki soleiðis tá ið hann gjørdist heimsmeistari í Melbourne.
Annars eitt sum er nokk so áhugavert á tí myndini sum tú kallar “Nessie” er, at hann hyggur beint fram, og tað ger hann nærum alla tíðina ímeðan hann svimur. Hetta sigst at geva meira til eitt annars sera sterkt og gott beinspark. Men tað eru mangar ymiskar meiningar um akkurát tað. Sí annars banatogi á somu mynd, tað er undir vatninum í mun til tað hjá grannanum sum enn flýtur, so stórar aldur draga hasir menn eftir sær sum svimja 100m frí uppá 45-46 sek 😉
Flottar myndir 🙂