FINA hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan lista við svimjidraktum, sum loyvdar eru at nýta í 2010. Adidas eigur onga drakt á listanum; men í staðin eru til dømis BlueSeventy og Nike aftur at finna á listanum, umframt í øllum førum nakrar av “FSPro” draktunum hjá Speedo. Serliga FSPro draktin er viðkomandi hjá føroyingum, við tað at fleiri av okkara yngru svimjarum noyddust at keypa hesa drakt til Danske ÅrgangsMesterskaber í fjør summar, av tí at danska svimjisambandið tá hevði serligar reglur fyri yngstu aldursbólkarnar. Les reachforthewall.com
Ná ja, heilabløðing hjá mær: Tað er Arena og ikki Adidas sum framleiddi X-Glide superdraktir. Adidas gjørdi hinvegin hina “Hydrofoil” sum Britta Steffen var so glað fyri, tá ið hon setti heimsmet í 100 frí:
http://www.svimjing.com/2009/06/25/story/britta-steffen-sett-heimsmet-i-100-fri#comment-2080
Arena er á listanum, við Powerskin, Powerskin R-Evolution og X-Flat, men ikki við X-Glide.