Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt skránna fyri World Cup stevnunar í 2010, við ávísum broytingum í mun til 2009. Vekk eru stevnurnar í Durban í Suðurafrika og tann allíkavæl í 2009 avlýsta stevnan í Rio de Janeiro í Brasil, og í staðin koma Dubai og Tokyo. Hartil er raðfylgjan á hinum stevnunum umrokerað eitt sindur, so at skráin fyri 2010 nú sær soleiðis út:
- 9. – 10. oktober: Dubai (UAE)
- 16. – 17. oktober: Singapore (SIN)
- 20. – 21. oktober: Tokyo (JPN)
- 30. – 31. oktober: Berlin (GER)
- 2. – 3. november: Moskva (RUS)
- 6. – 7. november: Stockholm (SWE)
HM á stuttbana verður eftir ætlan í sama svimjihyli í Dubai tann 15. – 19. desember í 2010, so serliga tann stevnan kann væl hugsast at verða áhugaverd fyri til dømis Pál Joensen, til at fyrireika seg til umstøðurnar har. Men annars er kanska serliga Stockholm ella Berlin áhugavert fyri føroyingar, við tað at tað ikki er so fremmant, og heldur ikki alt ov langt burturi.
Kelda: SwimNews.dk