Venjari setti heimsmet í telduspæl fyri sítt lið

19 ára gamli David Scherer setti nú týsdagin heimsmet í longst at spæla Grand Theft Auto IV. Hetta til at savna inn pengar til felagið Swimming Eagles í Fort Campbell, Kentucky, har hann er hjálparvenjari. Scherer kláraði at spæla telduspælið út í eitt í 55 tímar og 30 minuttir, har tann nú fyrrverandi heimsmetahavarin Chirantan Patnaik úr India bara kláraði 40 tímar og 20 minuttir. Og Scherer savnaði harvið inn “fleiri hundrað dollarar” til sítt svimjilið. Les SwimmingWorld Magazine


3 thoughts on “Venjari setti heimsmet í telduspæl fyri sítt lið”

  1. Sum ein sigur í viðmerkingum, har á SwimmingWorld Magazine:
    “I’m not sure beating up hookers for 2 days straight is the example swim coaches need to be setting.”

    Minnir meg um hesa 🙂

    1. Álvaratos, og so fyri nakrar 100 dollarar?

      Noy Noy, so mugu teir finna onkran sum er nógv býttari enn eg… og tað verður .. ehh nemt 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.