Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet í 100 rygg, og Monika Biskopstø setti tvær ferðir juniormet í 200 frí.
Turið S. Christiansen úr Ægir byrjaði við at seta føroyskt met og juniormet í 200 bringu, tá i hon í innleiðandi riðlunum svam 2:47.76, har metið hjá Maluna V. Bærendsen frá Reykjavík International í 2008 var 2:50.31. Hetta var í sær sjálvum eitt megnarbragd, tá ið hugsað verður um at Turið er bara 13 ár, og at hendan grein er ein av teimum sum Malan vann gull í á Oyggjaleikum í fjør summar. Men Turið var ikki liðug, tí í finaluni seinnapartin skar hon næstan trý sekund afturat av metinum, so at tað nú eitur 2:44.81. Fimm eitt hálvt sekund betri enn føroyska metið frá í gjár, og nóg gott til at vinna silvur nú í seniorkappingini í Reykjavík.
Birita Debes úr FLOT vann eisini silvur í seniorkapping í dag, tá ið hon tvær ferðir betraði um sítt juniormet í 100 rygg. Fyrst svam hon 1:09.38 í innleiðandi riðlunum í morgun, har juniormetið hjá henni frá HM í Rom í fjør summar var 1:10.30, og í finaluni svam hon so enn skjótari, 1:08.79. Tað er ringt at seta orð á hvussu stóran týdning ein betring á 1.51 sekund hevur, tá ið hugsað verður um at Birita sum allir hinir svimjararnir ikki longur sleppur at brúka hesar sonevndu “superdraktir”, ið hon brúkti til at seta juniormet í á HM í Rom í fjør summar.
Monika Biskopstø úr Ægir setti eisini tvey juniormet, tá ið hon í 200 frí fyrst svam 2:17.53 í innleiðandi riðlunum, og síðani 2:15.56 í finaluni. Ein ófør betring hjá klaksvíksgentuni, sum á somu stevnu í fjør svam 2:22.75. Eingin átti enn juniormetið, eftir at Svimjisambandið umskipaði sínar aldursbólkar í 2008, men ein kravtíð varð tá sett á 2:18.14, ið Monika sostatt væl og virðiliga kláraði.
Annars var besta úrslit í dag, at Magnus Jákupsson megnaði at vinna bronsu í 50 metra rygg fyri seniorar, sum 16 ára gamalur í kapping við 19 og 20 ára gamlar menn. Eyðbjørn Joensen og Alvi Hjelm svumu nakrar óførar tíðir í 400 frí, so at teir við ávíkavist 4:33.72 og 4:34.70 gjørdust nummar 9 og 10 í seniorkappingini, og saman við Óla Mortensen á 4:41.68 nummar 1, 2 og 3 í kappingini fyri árgang 1996 og yngri. Magnus Jákupsson betraði seg til 2:16.26 og eitt fjórðapláss í 200 rygg, og 12 ára gamla Tanja Skaalum svam í A-finalunum í bæði 50 og 200 metra bringusvimjing.
Reykjavík International Games heldur áfram í morgun sunnudag. Til ber at fylgja við á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.
Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Ná ja, gloymdi at nevna hvussu tað hevur gingið til nú. Lyklatølini eru 2 føroysk met, 6 juniormet, 5 A-finalupláss og 5 B-finalupláss í dag, og 3 føroysk met, 8 juniormet, 13 A-finalupláss og 14 B-finalupláss íroknað í gjár.
Eg eri ikki komin so langt sum til at telja heiðursmerki.
Puha, heiðursmerkini velta inn hjá okkara gentum og dreingjum árgang 1996 og yngri:
400 frí: Eyðbjørn gull, Alvi silvur, Óli bronsu
100 rygg: Jóhanna gull, Cecilia silvur
100 bringu: Markus bronsu
200 bringa: Turið gull, Tanja silvur
100 frí: Eyðbjørn gull, Óli bronsu (Alvi nr 4)
200 frí: Cecilia silvur
4 gull, 4 silvur, 3 bronsu 🙂
http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/urslit_hluti_2_junior.pdf
Hasir svimjararnir kunnu vænta sær eina skideballu frá okkum í SSF, fyri at vinna so nógv silvur heldur enn gull (not 🙂
50 rygg: Eyðbjørn silvur, Alvi bronsu
50 rygg: Jóhanna bronsu
50 bringa: Óli gull, Eyðbjørn silvur, Markus bronsu
50 bringa: Tanja gull, Turið silvur (Eva nr 4)
400 blandað: Eyðbjørn silvur
400 blandað: Turið silvur
50 firvald: Eyðbjørn silvur (Markus nr 4)
50 frí: Eyðbjørn silvur
50 frí: Cecilia silvur (Turið nr 4)
1500 frí: Óli gull, Eyðbjørn silvur
800 frí: Cecilia silvur
Tilsamans 3 gull, 10 silvur, 3 bronsu
Íroknað í dag: 7 gull, 14 silvur, 6 bronsu, í 22 kappingum
http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/urslit_hluti_1_junior.pdf
Metið hjá Turið er skjótari enn OL metið í 1964 og heimsmetið í 1965.
Nakar sum legði til merkis, at Ada den Haan setti heimsmet við 2:46.4 í 1956, fyri síðani í 1957 aftur at seta heimsmet við eini verri tíð, 2:52.6?
Hetta var tí at tað tá bleiv forboðið at gera meira enn eitt undirvatnstak í bringusvimjing:
“Under water breaststroke is ruled out 30-04-1957”
http://www.ishof.org/exhibits/world_records/200breast_women.htm
Ein onnur líkandi broyting verður nevnd eitt sindur ovarligari, uttan at heimsmetið fyri tað gjørdist verri. Nevniliga at greinin firvaldasvimjing offisielt varð til tann 1. januar 1953, heldur enn at vera ein skjótur máti at svimja bringu. Og at reglurnar fyri bringu tá vælsagtans vórðu avmarkaðar, til at tað ikki longur mátti líkjast firvald (framføring av ørmum yvir vatn):
“Division of the breaststroke and butterfly stroke 01-01-1953”