viðmerking til venjingina í dag.
Vit vandu á gonguskíðunum í 6 tímar í dag. Tríggjar tímar fyrrapartin, og góðar tríggjar tímar seinnapartin.
Tað er einastandandi flott, hvussu væl tey hondtera skíingina nú longu eftir tríggjar venjingardagar. Her skal serliga hugsast um hvussu nógv orka skal til, bara fyri at halda balansuni á smølu og longu skíðunum. Serliga tá koyrt verður í svingunum. Javarnir eru ikki heilt óimponeraðir skal passandi eisini viðmerkjast.
Vit vandu teknik, endurance og intervalvenjing. Í alt koyrdu tey millum 25 og 33 KM.
Endurance venjingin var 1½ tíma út í eitt koyr, í nærum fullum tempo (kapping er komin í)!!!
Skjótasta lap tíðin í dag var: (3,5KM) 17min28sek.
Vindurin uppi á fjallinum í dag var ellars til tíðir sera sterkur; upp í 20m/s; tað órógvaði nakað.
Eftir ein sera stravnan dag var var deiligt hjá øllum at fara í ein heitan pott áðrenn nátturan.
Svimjifelagið Óðin vandi júst tá; so tey kundu ikki heilt halda sær, og tóku tí nakrar longdir, helst bara fyri at vísa flaggið.
– Janus
Men shit hatta sær gott út, ikki so býttur máti at venja uppá her eftir jól 😉
Ikki tí at eg trúgvi at HS’arir hava somu trupuleikar sum Rókur eftir svøltutíðina 😉
Viðmerking til venjingina í dag.
Venjingin í dag var stutt sagt aftur hør! Tað sást tó aftur, at so var eisini í gjár. Tey ið koyrdu skjótast í gjár, koyrdu aftast í dag, og vice versa. Vit fóru frá húsum sum vanligt kl 8.15, og byrjaðu venjingina kl 8.30. Fyrrapartsvenjingin var mest prega av endurance venjing. Tey koyrdu 4 til 5 rundir (x3,5KM) ogso eitt sindur av intervalum/sprintum (x1,2KM).
Seinnapartin byrjaðu vit venjingina kl 14. Hesuferð var blanda 50/50 endurance og intervalvenjing. Kl 17 pakkaðu vit so saman á gongubreytuni, og fóru yvir at hugna okkum eitt sindur við alpine skíing. Kl 19 vóru vit so heimeftir, øll somul gott moyr!
Í alt koyrdu tey millum 28 og 35 KM.
Skjótasta lap tíðin í dag var: (3,5KM) 15min34sek.
Nú er kl 22, og vit fara at eta pannukøkur, og biða forvæl til 5 av 14 fólk stóra ferðalagi okkara, sum fara út á flogvøllin her í Akureyri, ávegis til Føroya, kl 8.15 í morgin áren, tá vit fara niðan á fjallið at venja. Tað merkir so samstundis at undirritaði óformelt verður venjari, HS, Iceland department!
Viðmerking til venjingina í dag.
Sum vant høvdu vit tvær venjingar; kl 8.30 og kl 14.
Og aftur í dag gjørdu vit okkum eitt rend yvir á alpine skíbreytirnar frá 17 til 19.
– Ellars hava svimjarnir nú veruliga vant seg við hesar høru venjingarnar.
Breytin vit venja á bleiv longd eitt sindur í morgun, soleiðis at hon nú er 4 KM long í staðin fyri 3,5 KM.
Í alt koyrdu dreingirnir í dag millum 43,5 og 46 KM, og genturnar 35 KM.
Fyrrapartsvenjingin var mest prega av endurance venjing. Og seinnapartsvenjingin var blanda 50/50, endurance og intervalvenjing.
Ferðalag okkara telur nú 9. – 7 svimjarar og 2 liðleiðarar/venjarar.
– Janus
Tað gevur sikkurt andsperru, tá ið man ikki er vanur við at skíða

“You have to go in the other direction”
Gott at tað bert eru 2 møguleikar 😉
Men shit hatta sær gott út, ikki so býttur máti at venja uppá her eftir jól 😉
Ikki tí at eg trúgvi at HS’arir hava somu trupuleikar sum Rókur eftir svøltutíðina 😉
Ja Rókur, big time, og yvir alla linjuna!
Haldi at tað er Niels Mortensen sum interviewar her, og giti at hvørki hann ella Christian hava staðið á skíð í gjár 🙂
Niels: “How many kilometres today, do you think?”
Tessner: “Ahh, 25 … maybe more?”
Niels: “In the morning, and in the afternoon?”
Ha ha ha ha, THAT’S THE SPIRIT !! 🙂