Hetta hoyrdist í tíðindunum hjá Kringvarpið Føroya, nú á døgverða, tá ið Sigmar Bláberg tosaði við borgarstjóran á Sandi. Brandur Sandoy kallar nýggju ítróttarhøllina sum skal byggjast í Sandoynni fyri “størsta frambrotið í langa tíð”, og sigur víðari í samrøðuni at “við hesum fáa vit faktiskt tvær flugur við eitt smekk: Vit fáa eina svimjihøll alt árið runt, og har afturat fáa vit eina ítróttarhøll at spæla vetrarítrótt í”. Lurtið á http://uf.internet.fo/2101101220.mp3
Brandur Sandoy skrivar m.a., at tey ikki ætla sær at hækka skattaprosentið, sum vit annars hava hoyrt:
Vit hava als ongar ætlanir um at hækka skattaprosentið, sum framanundan er ímillum tey hægstu í landinum. Í okkara verð er talan um eina avbjóðing, sum stendur fyri framman, og sum vit saman fara at loysa, uttan at borgararnir koma at merkja nakað til tað. So er tað staðfest.
http://www.vagaportal.fo/pages/posts/tidindafolkini-i-utvarpinum-gera-sinar-egnu-nidurstodur12935.php
Ljóðar spennandi
So er at koma í gongd folkens 😉