Fyrireikararnir av HM í Dubai í 2010 hava nú sambært SwimNews.com goldið tað gjald sum FINA kravdi at fáa áðrenn 1. februar, um ikki FINA skuldi byrja veruligar samráðingar við alternativar fyriskiparar. Eitt gjald sum verður sagt at vera 500.000 dollarar, ella yvir 2.6 milliónir krónur. Men Dubai manglar enn at gjalda okkurt gjald fyri sjónvarpsrættindi eisini, og keldur nevna tí møguleikan fyri at Istanbul skal fáa HM longu nú í 2010, hóast teirra tørn annars ikki er fyrr enn í 2012.
Fann hesa video á netinum, og flættaði hana tí inn her omanfyri