Rís og rós til føroyskar svimjarar

Tíðindi frá SSF um Haljand vitjanina 23. – 25. januar 2010

Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.

CIMG1994

[Myndatekstur: Rein Haljand og Sonni Eliasen hyggja at endaspurtinum hjá Jonnu B. Thomsen, meðan hjálparmaðurin hjá Haljandi filmar Jonnu framman í frá]

Mannagongdin var at svimjararnir fyrst vórðu filmaðir ein og ein, yvir og undir vatn, meðan teir við fullari ferð svumu sína sergrein. Hesar upptøkur vórðu viðgjørdar av professaranum, sum síðani gav afturmeldingar til hvønn svimjara sær, á fundi saman við venjarum teirra. Ein tilgongd sum tilsamans kravdi 2 tímar av filming, 12 tímar av videoviðgerð og 12 tímar av fundum.

Svimjararnir vóru 16 serliga útvaldir svimjarar, ið verða mettir av hava serliga góð evni til svimjing, og sum ætla sær at kappast í rúma tíð afturat. Hartil bjóðaði professarin seg til at brúka ein tíma afturat uppá 9 eyka svimjarar, so at samlaði hópurin til sjálva filmingina gjørdist 25 svimjarar. Hetta so at upptøkurnar av teimum kunnu nýtast nú og í framtíðini, til samanberingar.

CIMG1998

[Myndatekstur: Óluva Jacobsen bíðar eftir at sleppa at byrja testina, meðan hjálparmaðurin hjá Haljandi stillar uppá undirvatnskameraið]

Niðurstøðan hjá professaranum var sum heild, at svimjararnir hava betrað nógv um síni rørslumynstur, men at tey mangla kraft. Øll stóðu rætt á startskamlinum, og lupu, svumu og vendu eisini rímiliga rætt. Men nógv vóru tó alt ov spakulig serliga í undirvatnssvimjingini, í mun til tað sum estiski professarin hevði væntað sær av betringum síðani vitjanina í mars mánaða í fjør.

Glottar vóru at Pál Joensen sambært professaranum nú er “almost perfect”, við ovurlongum tøkum og góðum teknikki sum heild. Turið S. Christiansen hevur “world class” beinspark, har føturnar slettis ikki flyta seg aftureftir í sjálvum beinsparkinum, men í staðin útilokandi flyta kroppin frameftir, sum tá ið vit onnur seta av frá einum veggi. Og at Magnus Jákupsson hevur teknikk til at svimja fleiri sekund skjótari enn hann longu ger.

CIMG2062

[Myndatekstur: Eyðbjørn Joensen til eftirmetingarfund hjá Rein Haljandi, saman við Jón Bjarnasyni venjara, og Shailu millum Garðarnar hjálparvenjara]

Hini fingu eisini rós, men eingin av teimum 16 kláraði málið hjá Rein Haljandi frá seinast, at kunna svimja 10 metrar undirvatnssvimjing uppá 4 sekund, frá tí at tey seta av frá vegginum. Eitt mál sum Haljand tá í fjør segði at øll áttu at kunna klára, líka mikið kyn ella aldur, og sum tí eisini verður málið til næstu vitjan. Svimjisambandið ætlar sær nú í allarnærmastu framtíð undir eitt serligt átak, til at betra um hesa støðu.

Aðrar niðurstøður vóru, at Svimjisambandið má byggja út um sítt úrvalsarbeiði, til eisini at umfata til dømis test av styrkina hjá svimjarunum, á landi og í svimjitøkum. Regluligar mjólkasýrutestir høvdu hjálpt munandi, til at meta um formin hjá svimjarunum. Og her burdi eisini verið bæði mental venjing og reglulig meting av heilsustøðuni hjá svimjarunum. Alt sovorðið sum testsentrini hjá til dømis Team Danmark avgreiða, men sum vit ikki enn hava her í Føroyum.

Rein Haljand hevur seinastu 7 árini verið tilknýttur at millum øðrum danska svimjisambandinum, ið sum kunnug eisini er í rúkandi menning. Hann hevur verið tekniskur ráðgevi hjá heimsmeistarum sum Alexander Popov úr Russlandi, Ian Thorpe úr Avstralia, Stefan Nystrand úr Svøríki, Otylia Jędrzejczak úr Póllandi og Brent Hayden úr Kanada. Fremsta orsøk til at hann vil hjálpa okkum í Føroyum, er at hann sær stórar møguleikar í serliga Pál Joensen.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

One thought on “Rís og rós til føroyskar svimjarar”

  1. Út yvir beinleiðis nyttuna hjá svimjarum og venjarum, at fáa leiðbeining í hvussu júst hesin ella hasin svimjarin skal broyta sín teknikk, so er eisini ovurstór nytta í at hoyra professaran greiða frá svimjiteknikk og rørslur sum heild. Sum til dømis at tú vegna eitt sonevnt “neck reflex” ikki kanst brúka beinini optimalt, um høkan er krept móti bringuni. Og at ryggurin eisini eigur støðugt at vera strektur, um vøddar og nervar skulu kunna brúkast fult út.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.