Skulu foreldur halda seg vekk frá svimjivenjingini?

Bretski svimjilærarin og venjarin Shev Gul heldur sambært About.com:Swimming, at fólk eiga at skilja, virða og skipa fyri, at svimjivenjing gongur fyri seg í einum tryggum og ikki órógvaðum umhvørvi, bæði til at tryggja trygdina og frálæruna. Venjarin eigur at hava eitt fullkomiliga friðað “learning space”, sum bara verður órógvað um onkur vanlukka hendur, og foreldur eiga so vítt gjørligt at bíða ella hyggja at frá eini rímiligari frástøðu, sum er longur enn um tey standa ella sita við kantin.

Okkara undirvísingarbók “Slik lærer du å svømme” nevnir tað eisini, í “Skriv til foresatte” á síðu 145 (har foresatte merkir avvarandi): “Der er ikke ønskelig at foresatte er til stede direkte ved bassengkanten under kurset. Ikke fordi vi ønsker dere vekk, men fordi erfaring viser at elevene er mer opmerksomme mot instruktøren og arbeidsoppgaverne når de ikke skal se på, vinke til, eller snakke med foresatte”.

Men hinvegin, so hava vit jú hin trupulleikan, at børn eru í størri vanda fyri siðamisbroti ella øðrum ágangi frá tí vaksna, um bara ein vaksin er til staðar undir venjingini. Ella øvut, at venjarin er í størri vanda fyri at verða ákærdur fyri slíkt, um eingin annar vaksin er til staðar. Tony Austin nevnir tað her á scaq.blogspot.com, við nøkrum góðum leiðireglum frá amerikansku skótarørsluni, ið tryggja báðar partar fyrst og fremst við kravi um at tað altíð er meira enn ein vaksin til staðar.

Persónliga havi eg tað soleiðis, at eg minnist handan trupulleikan við teimum vaksnu frá mínum allarfyrstu venjingum, fyri síðani so við og við havi lært at fullkomiliga ignorera tey. Í dag er tað ein lætti um onkur vaksin er til staðar, netupp tí at man tá kann taka eitt álvaraprát við svimjararnar, fullvísur um at tann vaksni nokk skal vátta, at man ikki fór ov langt.

Hvat halda tit? – eiga foreldur at kunna vera til staðar, ella skulu tey halda seg burtur? Hvussu tryggja vit ‘hin’ trupulleikan, at foreldrini helst altíð skulu vera fullvís um, at børnini eru í góðum hondum?

2 thoughts on “Skulu foreldur halda seg vekk frá svimjivenjingini?”

  1. Eg havi bert uppliva ein “trupuleika” við at foreldur eru til staðar undir venjing. Men mangan er tað bert ein fyrimunur.

    Trupuleikin, um ein kann kalla tað tað, var sera sera hørð venjing, har svimjarin heldur vildi upp til mammu, enn at geva sítt besta til venjing.
    Í slíkum førum er tað kanska mest svimjarin sum hevur ein trupuleika, og hesin verður avdúkaður av hesari handling, og tá er nemt at hava eitt prát um tað.

    Eg havi sum so ongar trupuleikar við at foreldur vísa sín áhuga í tí sum teirra børn nýta so nógva tíð uppá.
    Um foreldur koma við til venjing av og á, so eru fleiri fyrimunur.

    1: Tey duga at tosa við har heima tá ið svimjarin prátar um venjing.
    2: Svimjarin er nógv meira motiveraður tá ið foreldur vísa sunnan áhuga.
    3: So síggja tey hví, ella um teirra barn veruliga hevur hug til at vera ein partur av nøkrum so tíðar og orkukrevjandi sum svimjing er. Tí okur sleppa neyvan nakrantíð heilt undan at forledur ikki skilja hví okur venja so nógv, ella at nøkur børn føla at tey eiga at svimja tí mamma ella pápi siga tað.

    Tá ið tað so er sagt, so minnist eg at hava hoyrt mangar venjarar sum venja smábørn siga, at tey als ikki vilja hava foreldur ov nær, tí har er altíð onkur sum “veit betur enn tú”, ella onkur yvurgearaður pápi sum vil hava sonin at svimja firvald hóðast hann ikki klárar seg uttan beltið enn. Tá er betur at siga, takk fyri at tygum komu við barni tínum, hann/hon er liðug um 45min, síggjast tá.

  2. Image Hosting by imagefra.me

    10 svimjarar á einum liði geva hvørjum popularitetskarakter.
    Hvør svimjari eigur EITT ´pluss´ (grøn linja) at geva hvørjum honum dámar best og EITT ´minus´ (svørt linja) at geva til minst dámda liðfelaga.

    HVAT EIGUR VENJARIN AT GERA VIÐ POUL OG MARIU, SUM ALLARHELST DRAGA LIÐIÐ NIÐUR. SKAL ANNA SVÍÐA FYRI AT POUL IKKI DÁMAR HANA, BARA TÍ HON ER BEST DÁMD???
    …….at koyra Poul av liðnum, lata vit ikki koma uppá tal;)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.