Tú kanst svimja skjótari við einum mundstykki?

Ávaring, hetta virkar sum tað reina hokus-pokus fyri meg: Amerikanski tannlæknin Anil Makkar pástendur, at tú her og nú kanst verða sterkari, liðiligari og hava betri kroppstøðu og balansu, umframt at stressa minni og tola meira pínu, við bara at umganga at bíta tennirnar heilt saman. Søguligu dømini eru rómverskir soldátar og hermenn undir amerikanska borgarakrígnum, sum bitu í leður ella eina byrsukúlu, tá ið teir skuldu tola pínu. Ítróttardømið er Michael Jordan sum altíð stakk tunguna út millum tennirnar tá ið hann ‘dunkaði’, og 100 metra rennarar sum slappa av í andlitinum tá ið teir sprinta. Og í NY Times verður ein motionistur kallaður Dena Gardner endurgivin fyri at siga, at hon fór frá at renna ein amerikanskan míl uppá 10 minuttir til bara 8 minuttir, einans við at brúka ein ‘tannbeskyttara’ frá Under Armour.



Tað hevur møguliga okkurt við stress-hormoninum Cortisol at gera… at vit eru ‘hard-kotað’ til at bíta tennirnar saman tá ið vit stríðast, og at hendan fastlæsing av kjálkabeinunum ávirkar tað teir kalla “the temporomandibular joint”, sum so aftur setur eyka framleiðslu av stress-hormonum í gongd. Um vit umganga at tennirnar bítast heilt saman, so verður hendan framleiðsla ikki heilt so stór, at hon er til beinleiðis ampa fyri ítróttaravrikið. Og harvið fáa vit betri úrslit, siga tey.

Men sum tit kunnu lesa bæði á Kast-A-Way-Blog, á Sweat Science og á The Globe And Mail, so er granskingin eitt sindur ‘dodgy’, við tað at tey typiskt kannaðu bara fólk við og uttan mundstykki, og harvið ikki umgingu møguliga ‘placebo-effekt’ (við tað at tey sum royndu uttan jú í øllum førum vistu, at tey ikki fingu nakað sum gjørdi tey betri enn vant). Í eini aðrari kanning yvirtulkaðu tey úrslitini, og tann mest ordiliga kanning varð sponsorerað av Makkar sjálvum, sum selur hesi mundstykki fyri 600-2000 dollarar.

Men líka mikið – Fólk pástanda at tú kanst fáa 17% meira styrki og byggja upp 25% minni mjólkasýru í venjing, um tú brúkar hesi serligu mundstykki. Shaquille O’Neal er ein av kundunum hjá Makkar, og har er eisini onkur kanadiskur topp-svimjari kallaður Rory Walker. Eg veit ikki um tað er tað vert at fara at keypa sær eitt so dýrt mundstykki… men kanska man kundi gjørt nakrar royndir, bara við hjálp av einum vanligum, bíligum, tannbeskyttara 🙂

One thought on “Tú kanst svimja skjótari við einum mundstykki?”

  1. Handan video við “pull ups” er bull sh…
    Hatta er ikki pull ups, og at hann bert klárar 7 er tvætl. Hatta er 1/4 pull ups, og eg ivist ikki í at hann klárar 40-50 av teimun um hann bert er næstan í ok venjing. Ella sagt uppá ein annan máta, hatta er lygn. Ikki hokus pokus, ella ein placebo effekt, men reint “skuespil”

    At Cortisol ger nakran mun uppá 7-8 sekund, skal eg ikki kunna siga. Men eg keypi hatta ikki!!! 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.