Onkur raskur rørslusvimjari hjá Havnar Svimjifelag er í leitan eftir svimjivideoum komin fram á heimasíðuna www.swimming.jp, har tey við 3D myndlum hava endurskapt eina røð av heimsins kendastu svimjarum. Her niðanfyri er tað japanski Kosuke Kitajima, ið vann gull í 100 og 200 bringu á OL bæði í 2004 og 2008 …
Your browser does not support iframes.
Til ber at velja sjónarhorn, umframt at seta ferðina niður og annað. Eitt samlað yvirlit av videoum sæst her á swimming.jp, har tað mesta tíverri er skrivað við japanskari skrift, men har tað tó út í frá til dømis tekstunum “Freestyle”, “P.B.” og leinki “2009wc_200” ber til at gita, at talan má vera um teknikkin hjá heimsmeistaranum í 200 frí frá HM í Rom í summar, Paul Biedermann.
Tey vísa til eina ensk-talandi síðu kallað www.virtual-swim.com, ið eisini hevur eitt yvirlit yvir hesar videoir, men har svimjararnir tíverri eru enn meira anonymiseraðir, til bara at eita “World Champion” ella líknandi. Svenska svimjifelagið S02 hevur gjørt sítt egna yvirlit her á s02.nu, ið nevnir millum annað Ian Thorpe, Grant Hackett, Michael Phelps og Aaron Piersol, men sum tó enn manglar allarnýggjastu videoir av til dømis Milorad Čavić.
Forrestin bjóðar www.virtual-swim.com seg eisini til at gera líknandi videoir av ein og hvørjum, um bara tú sendir tvey videobrot til teirra, eitt yvir og eitt undir vatn, har svimjarin svimur minst 25 yards við kappingarferð. “Both the underwater video and the above-the-water video should be taken from the side”. Og so betalir millum 100 og 350 amerikanskar dollarar, alt eftir hvussu fína animatión tú vilt hava. So gera tey 3D animatiónina og leggja hana á heimasíðuna, og senda tær eitt loyniorð til at kunna síggja hana. Sí FAQ-síðuna á Virtual-Swim.com.
Tá ið Kitajima setti nýtt heimsmet í 200m bringu til japonsku meistara og OL úttøkukappingina hevði hann ikki handan teknikkin. Serliga er tað beinsparki á hasari animatiónini sum tíverri ikki “heldur vatn” Kitajima hevur eitt ótrúliga gott beinspark, eitt beinspark sum handan animatiónin tíverri ikki endurskapar heilt sum hon skal. Og tey sum hava práta við Haljand, tey vita óiva hvussu umfatandi teknikkurin í bringusvimjing er, serliga tá ið okur práta beinspark og timing.
Um okur nýta videoupptøkuna av Turið S. Christiansen, so síggja okur at hennara beinspark er væl betur enn endurskapta beinsparki hjá Kitajima á hasari animatiónini.
Moralurin er: Grasið er ikki altíð grønari hinumegin, tað ber til at læra av teimun bestu í Føroyum.
So kæri føroyskir svimjarir, ansi eftir um tykur kopiera okkurt sum tykur síggja á netinum uttan kritik. Eg trúgvi neyvan at tað eru biomekanikarar sum sita og gera hasar animatiónirnar. Men áhugavert hugskot, um nú bara animatiónin var heilt 100% eftir rørslunum hjá svimjaranum :o)
Eg burdi sikkurt hava skrivað “við fyrivarni”, onkunstaðni í hasum har omanfyri. Legði til merkis hatta har við teimum manglandi lodrættu beinunum í byrjanini av sparkinum, og má viðganga at eg hugsaði bara “ha, kann hann klára seg bara við hasum?”.
Eitt annað sum eg saknaði, var hasin mátin sum hann leggur hendurnar saman í framføringini. Á 3D animatiónini koma tær jú slettis ikki saman.
Eg fái stress av at síggja handan Kitajima svimja og svimja 🙂