Hóast vit eru mitt í myrkastu tíð, so kann man ikki siga annað enn at nógv hevur verið at frætt um svimjing, hesa seinastu vikuna. Vit hava hoyrt um svimjing bæði í Útvarpinum og á Rás 2, umframt at eitt stutt innslag var í 3-2. Bæði Dimmalætting og Sosialurin hava skrivað vítt og breitt um serliga stuðulin frá Leif Mohr til Pál. Vit hava verið í Barnaútvarpinum og Góðan Morgun Føroyar, og á flestu ‘portalum’. Og tað hevur verið rímiliga breitt, um úrvalsítrótt, kappingar og útbúgving, og svimjing frá teimum heilt ungu, yvir rørslusvimjarar, til gamlar damur sum leypa á bláman.
Her niðanfyri er ymiskt sum eg finni við at leita eitt sindur á netinum. Orsaka at blaðgreinarnar mangla – má viðganga at eg ikki lesi allar blaðútgávurnar, og at tað tí er trupult at fylgja við har.
Leygardag 30. januar
Portalurin um stuðulin til Pál frá Leif Mohr
Sunnudag 31. januar
Vágaportalurin um stuðulin til Pál frá Leif Mohr
Kringvarp.fo um stuðulin til Pál frá Leif Mohr
Mánadag 1. februar
Suðurrás um stuðulin til Pál frá Leif Mohr
Norðlýsið um at Ægir hevur gjørt nýggja stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa
Ungir Ægir svimjarar í Barnaútvarpinum, um venjing, kost og kapping
Pál Joensen og Marlon Kjærbo í 3-2, um stuðulin frá Leif Mohr
Týsdag 2. februar
Vágaportalurin um svimjiskúlaráðstevnuna
Portalurin um svimjiskúlaráðstevnuna
Kringvarp.fo um svimjiskúlaráðstevnuna
Mikudag 3. februar
Jórun Eið í Góðan Morgun Føroyar, um svimjiskúlaráðstevnuna
Hósdag 4. februar
Vágaportalurin um Small States
Norðlýsið um Small States
Jón Bjarnason í Rás 2 um Small States
Fríggjadag 5. februar
Portrett av Elspa Mørkøre í Kvinnu
Sigurð Lamhauge í Kvinnu um rørslusvimjing
Sosialurin um hvussu damur leypa á bláman í Gomlu Hoyvíkini
At man hoyrir alt ov lítið um hasa fantastisku rørslusvimjingina hjá Havnar Svimjifelag. Kenni eftirhondini nógvar luttakarar har sum rósa tiltakinum til skýggja, og sum ganga uppí tað við lív og sál. Væl at merkja uttan at vera gamlir kappsvimjarar. Tað verður til tað, at man má fara suður at gera eina reportagu, onkuntíð 🙂
Ja tú skal vera vælkomin suður at tosa við svimjarnar.
Vit hava í dag yvir 100 fólk ið eru partur av rørsusvimjing hjá HS. Aldurin á teimum ið svimja er frá 18 til 72 ár. Sjálvur svimji eg á einum av teimum fýra liðinum, vit venja tvær ferður um vikuna + eina eyka venjing leygarmorgun kl. 8.00. Skal siga at hetta fantastiska stuttligt at vera ein partur av. Tað kann gott vera at ikki allir svimjarnir eru gamlir kappsvimjarar, men teir svimja sum kappsvimjarar til hvørja venjing.
Havi hoyrt um fólk sum skulka frá venjingini teir dagar tá ið 10 minuttirs test er… bara fyri uppdaga, at venjarin sjálvsagt stendur klárur við testini, næstu ferð tey møta.
… gott at vit hava kappsvimjararnar at øva okkum uppá !! 🙂