Viðfestur er startlistin til HS stevnuna í morgin, leygardag 13. februar 2010. Tað sær út til at at serliga Birita Debes og Magnus Jákupsson fara at hava eina góða stevnu, við styrkismeting sum skjótastu svimjarar í hvør sínum 5 kappingum. Pál Joensen er sjálvsagt eisini skjótastur í teimum 6 kappingunum sum hann luttekur í, og síðani koma Pauli Ø. Mohr við fremstapláss í 4 kappingum, Turið S. Christiansen við fremsta pláss í trimum, Cecilia Eysturdal og Óluva Jacobsen við fremstapláss í tveimum, og harnæst Jóhanna Egholm, Óli Mortensen, Astrið Foldarskarð, Eva Tryggvadóttir og Monika Biskopstø við hvør sínum éinum fremstaplássi. Og so eru tað staffettirnar, har serliga Ægir sær út til at fara at gera eitt gott hál.