Jyllandsposten skrivar her um nakað nýtt og fantastiskt sum tey kalla “aquaspinning”, har ið rustfríar kondisúkklur verða settar niður í ein 1,30 metra djúpan hyl, og tey so súkkla á staðnum í 30-60 minuttir, undir leiðslu av einum instruktøri. Har eru bløð á hjólinum sum kunnu stillast til meira ella minni mótstøðu, og venjingin skal so nærmast sníkja teg inn, við tað at tú bara sveittar út í vatnið, og vegna tað lutfalsliga kalda vatnið ikki følir hvussu hart tað hevur verið fyrr enn aftaná. »Aquamotion er måske den sundeste form for træning, fordi den både beskytter kroppen og virkelig giver bonus for pengene«, sigur instruktørurin Søren Rune Andersen. Eeg spyrji bara, um tey ikki bara burdu roynt at svomið í staðin 😉
Nice one… bíða bara til tey finna útav, at tey eisini kunnu pissa í tað :-S
Puha.. hatta er jú vanvid, seiøst altso, gev plássi til svimjarar, súklan skal á LAND!!!
Tour de Loch Ness verður sikkurt tað næsta 😉
Hatta sær heilt náttúrligt út. Tað verður ordiliga hart, tá andlitið er undir vatn.
Heilt tilfeldigt lesi eg nú á urlesque.com, at onkur hevur funnið uppá at gera eitt vatntætt pool-borð, at seta í poolin. Einans 6500 US dollarar, pluss sikkurt eitt sindur av frakt og MVG.
Nú stoppa tykur. Tað endar við at einasti hylur tykur fáa í Runavík verður ein við súklum og pool-borðum… vælgagnist 😉