Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Leygardagin 6. mars er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Svimjisambandi var har vesturi 9. januar, og hevði tá eitt sera væleydnað tiltak fyri vágafólki. Hesuferð er tiltakið skipað næstan sum seinast, einasti munur er at frálæran fyrrapartin er býtt í tvey, har kl. 10.00 er tað fyri tey minni royndu, har eru øll vælkomin, tað er bara at møta upp. So klokkan 11.00 verður venjing og frálæru fyri tey, ið eru meira roynd, her er neyðugt at melda til hjá Anniku ella Joan.
Við hesum tiltaki vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan.
Seinnapartin kl. 13.30 verður so skipað eina svimjikapping millum børnini, og verða kappingar aftur her skipaðar so øll kunnu vera við.
Skráin er hendan:
- kl. 10.00–11.00 Frálæra minni roynd
- kl. 11.00–12.00 Frálæra og svimjivenjing – Roynd (tilmelding neyðug: melda til hjá Anniku ella Joan)
- 13:30 Svimjikapping. Svimjararnir fáa møguleika at svimja eftir teirra førleika, tvs. eina longd, tvær longdir osfr. Allir luttakarar fáa prógv fyri luttøku
- 15:00 Fundur um svimjing. Frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát.
Sørvágs Kommuna hevur víst hesum svimjidegi stóran vælvilja og latið hylin til hetta tiltak.
Svimjisambandið vónar at vágafólk møtir fjølment.