So er krígg millum SCAQ og SwimNews.com

Tit sum lesa hesa heimasíðu, kenna vælsagtans øll til Crag Lord nú, sum á SwimNews.com nærmast byrjaði kríggið ímóti superdraktum, og síðani ikki dugdi at gevast aftur. Onkur fylgir kanska eisini við á scaq.blogspot.com, har Tony Austin tíverri eitt sindur ov seint fór í hina veitina, at verja draktirnar tá ið slagið var tapt. Well, Austin hevur ofta lagt eftir Lord, og nú er tað so endiliga eydnast honum, at fáa Craig Lord í beinleiðis kjak á einari heimasíðu. Fyrst sum viðmerking til eina grein, har Austin heldur uppá at Lord heldur lítið um stutthyljasvimjarar, og hartil ákærir Lord fyri at vera vánaligur journalistur, við tað at hann sambært Austin av sær sjálvum er farin formliga upp í sakarmálið millum TYR og amerikanska svimjisambandið, til frama fyri USA Swimming. Ein ákæra um at Lord ikki dugir at halda journalistisku frástøðuna frá málinum, sum tit kunnu lesa meira um her, eisini á scaq.blogspot.com. Og síðani við viðmerking til ein samanberandi graf yvir vitjanirnar hjá scaq.blogspot.com og SwimNews.com, sum Austin legði út sum mótsvar til at Lord í sínari viðmerking endaði við orðunum “Good luck with your little blog”.

One thought on “So er krígg millum SCAQ og SwimNews.com”

  1. Craig Lord leggur eftir Austin, at hvørki Times ella Times Online hava nevnt hesa søguna (um sakarmálið millum TYR og USA Swimming). Vist nokk tí at Austin hevur lagt eftir honum áðrenn, um hetta.
    http://scaq.blogspot.com/2010/03/from-journalist-to-advocate-declaration.html?showComment=1267827150705#c1208196343087448053

    Og so kemur Austin hinvegin, og vísir í viðmerking aftaná og í eyka grein til eina grein í Times Online 🙂
    http://scaq.blogspot.com/2010/03/craig-lord-denies-posting-any-article.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.