Sporten.dk skrivar her at forboðið ímóti superdraktum sær út til at vera til fyrimuns fyri Lotte Friis, meðan Rikke Møller Pedersen hevur tað harðari. “For mig er det ikke så anderledes i forhold til den dragt, jeg svømmede i til OL, så jeg tænker ikke så meget over det”, sigur Friis, um tað at draktirnar nú aftur minna um tað slagið sum hon svam við á OL í Beijing, ímóti kappingarneytum sum tá vóru í Speedo LZR superdrakt. Men Pedersen hevur tað verri, við tað at hennara styrki var serliga ‘glíðið’ undir vatn, har superdraktirnar góvu serligan fyrimun. Les eisini her á fyens.dk, har Pedersen sigur seg miða eftir heiðursmerkjum í 100 og 200 bringu á EM í Budapest í summar.
Rikke Møller Nielsen? Er hon blivin gift síðan síst? 🙂 Hehe
jaja Malan, tað gongur skjótt. Hann skrivaði yvirskiftina við gamla navninum, og ikki var hann meira enn liðugur, so var hon gift Nielsen 😉
Nú eg hugsi yvir tað, so hevur Rókur óiva havt ein ávísan danskan landsliðsvenjara í (yrkk..) bøkkasparkan í huganum tá ið hann skrivaði “Møller Nielsen”
Kanska er ikki so stórur munur á Rikke og Richard, men halló, Rikke er SVIMJARI!!! 😉
Rættað, takk fyri 🙂