Sum nakað nýtt hevur danska svimjisambandið kunngjørt kravtíðir til 10 km havsvimjing á EM í Budapest, at klára á langgeil áðrenn 1. mai. Tey fara at hava eina kapping í 10.000 metra frí á langgeil, í steðginum millum innleiðandi og finalur á donsku meistarastevnuni tann 29. mars, og svimjararnir skulu so eftirfylgjandi eisini kunna prógva seg á altjóða kapping í veruligari havsvimjing, í juni ella juli mánaða. Kravtíðin er 2.06.30 hjá kvinnum og 1.57.30 hjá monnum, sum her altso merkir til dømis 2 tímar 6 minuttir og 30 sekund hjá kvinnum. Ella tilsvarandi 1:15.90 fyri hvørjar 100 metrar hjá kvinnum, og 1:10.60 fyri hvørjar 100 metrar hjá monnum. Luttakarar skulu melda til í telduposti til sjálvan landsliðsvenjaran Paulus Wildeboer, ella gera avtalu við úrvalsdeildina hjá danska svimjisambandinum, um nær tey annars kunnu klára kravtíðina. Les swimnews.dk