Stóra sensatiónin á avstralsku meistarastevnuni á langgeil herfyri, var unga Yolane Kukla, árgang 1995, sum kláraði at vinna 50 frí við tíðini 25.08 og 50 firvald við tíðini 25.92. Altso í 50 metra hyli, har føroysku metini hjá kvinnum eru ávikavist 27.32 og 29.56, og har føroysku metini hjá monnum eru ávíkavist 24.56 og 26.03. Gentan er 14 ár, rættiliga muskuløs men einki stór.
Yolane Kukla, March 2010 © Australian Swimming
Lýst sum “stutt men sterk”, við stórum hondum og fótum, verður hon søgd at vera framúrskarandi atletisk, og tá ið tað kemur til styrki í mun til vekt.
http://www.svimjing.com/2009/04/22/story/avstralskt-super-talent-luttekur-a-paris-open
Vónandi riggar hendan myndin. Hetta er ein mynd av hondum og føtrum hjá Kukla
http://www.simma.nu hevði funnið onkra mynd sum tey søgdu vera frá mars í 2010.
Men hon er so brúkt eisini í grein í apríl 2009. Og 11 mánaðir telja nógv, tá ið tú bara er 13-14 ár 🙂
http://blogs.abc.net.au/queensland/2009/04/brisbanes-next.html
Altíð nakað serligt at fara um tey 1000 FINA stig. Men onkur vil kanska halda at tað er nakað tíðliga, at hon sleppur at svimja so skjótt longu tá ið hon er 14 😉
http://www.clubsonline.com.au/uploads/swimresults/National/2010OPEN/100316F005.htm