Maðurin sum uppfann firvald er deyður

Jiro Nagasawa var ein av teimum allarfyrstu at svimja firvald við ‘delfinsparki’ heldur enn bringusparki, eftir at firvald gjørdist sjálvstøðu grein í mai 1954, og setti fyrsta heimsmet í greinini í september 1954.

Hann varð nummar 6 í 200 bringu á Olympisku Leikum í Helsinki í 1952, sum var eitt skuffilsi ið skyldaðist gikt í báðum knøunum. Skifti í 1954 vegna pínuna til at gera delfinspørk heldur enn bringuspørk, í tí sum enn æt bringusvimjing, men sum tá varð svomin við framføring yvir vatn (altso tað sum vit í dag kalla firvalda-armtak). Nýggi stílurin vísti seg at vera nógv betri enn tann gamli, og førdi til kontrovers sum endaði við at FINA hetta sama árið valdi at gera firvald til serstaka svimjigrein.

Hann setti eini 3 heimsmet í nýggju greinini, og broytti so aftur teknikkin í svimjiárinum 1955-56, tá ið hann var um 23 ára gamalur, til at anda til síðuna, heldur enn við at gána frameftir. Og megnaði harvið at betra um síni met í 200 metra firvald og 20 yard firvald við meira enn trimum sekundum.

Seinni gjørdist hann venjari og olympiskur høvuðsvenjari fyri Japan, og helt áfram at venja bæði ungar svimjarar og Masters, langt upp í árini. Nú er hann so deyður, av krabbameini í hálsinum.

Les SwimmingWorld Magazine og The International Swimming Hall of Fame

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.