Franski Alain Bernard megnaði ígjár einans at kvalifisera seg til B-finaluna av 100 frí á Amsterdam Swim Cup, tá ið hann við tíðini 50.44 gjørdist nummar níggju í innleiðandi riðlunum, aftanfyri millum annað tríggjar aðrar fraklendingar (Mallet, Meynard og Gilot). Hann valdi at trekkja seg frá B-finaluna, og stúrir av álvara fyri sínum formi, nú bara tvær vikur eru eftir til fronsku úttøkustevnuna til EM í summar. Úrslitini hjá honum vóru heldur ikki so góð á stevnu í Nice herfyri, og tey fara tí at kanna blóðið hjá honum nú, til at síggja hví so lítil effekt er av 3 vikurs harðari hæddarlegu. Besta langgeilatíð hjá Bernard er 46.94, frá stevnu í Montpellier í apríl í 2009. Les swimsportnews.de
Blóðroyndirnar eru kannaðar, og har er einki galið. Hann er tí klárur at kappast aftur á fronsku meistarastevnuni 13. – 18. apríl, og venjarin væntar at hann fer at klára seg væl. Vit fáa at síggja.
http://www.swimnews.com/news/view/7586
The Big guy hevur fingi lactat allergi 😉