Tey sum fylgja við Alexander Dale Oen á Twitter, hava sæð nøkur eitt sindur serlig ‘tweets’ í seinastuni. Eftir øllum at døma ferðast hann á Svalbard, har hann m.a. hevur verið í spøkilsisbýnum Pyramiden, og nú er í russiska býnum Barentsburg og vitjar. Svalbard er eitt heilt serligt stað, har ein partur av upplivilsinum er at heinta sína meira ella minni kravdu ísbjarnabyrsu, umframt kavaskutara til at koma ímillum býirnar við. Men tað er eingin vandi fyri at Dale Oen ikki fær svomið har uppi, tí har er bæði 25 metra hylur í Longyearbýnum og ein ella tveir í Barentsburg, umframt ein vælsagtans turrlagdur í Pyramiden.
Barentsburg swimming pool, courtesy of Wikimedia Commons / Bachi-bouzouk, cc by-sa
Ávaring: Ljóðið er forferdiligt, og sjónin fyri so vítt eisini …
Altso tað má vera skeg at vera har uppi :-S