Svimjidraktframleiðarin Blueseventy kunngjørdi í dag á bloggu síni, at tey hava vunnið eina kæru mótvegis FINA, so at tað nú aftur er loyvt at brúka ‘superdraktir’. Tey eru sjálvsagt ógvuliga fegin um avgerðina, og hava ‘i dagens anledning’ givið út nøkur nýggj model av draktunum frá í 2009, sum ikki bara eru ‘superdraktir’, men faktiskt ‘superhetjudraktir’.
Kappingarneytin TYR svarar sambært CollegeSwimming.com aftur við eini serligari spray-on-drakt, sum neyðturviliga leggur seg heilt ekstremt tætt at svimjaranum, og tískil gevur eyka góðan stabilitet av miðjuni, og kompressión av vøddunum. Hon vaskast av aftur eftir svimjing, og nokk av somu orsøk ráða tey ikki til at man nýtir hana á strekkjum yvir 25 kilometrar.
Men hetta er kanska alt líka mikið, tí sambært SwimNews.com hevur FINA ikki bara bakkað viðvíkjandi superdraktunum, men fer nú heilt aftur til at loyva bæði fitjum, hondplátum og keyluskapaðar hettur. Startskamlar verða broyttir so at ryggsvimjarar kunnu byrja á búkinum, og stuttir svimjarar fara í framtíðini at kunna loyva sær at við skurðviðgerð at leingja um limirnar, til at standa seg betur í kappingini.
Men eisini tað kann nokk gera tað sama, í øllum førum fyri kvinnur her í Føroyum. Tí ífall at tað í síðsta enda er svimjarin inni í útgerðini sum ger arbeiðið, so hevur Fuglafjarðar Svimjifelag í øllum førum styrkt seg ríkiliga, nú tey sambært tíðindaskrivi í dag hava skrivað sáttmála við sjálva Jeanette Ottesen, at svimja fyri felagið teir komandi 6 mánaðarnar, íroknað FM.
… so skrivar svenski parturin av http://www.simma.nu, at IOC og FINA hava samtykt at innlima eisini masters-svimjing í Olympisku Leikirnar. Tey taka gott nokk ikki teir yngstu bólkarnar við, men byrja við aldursbólkinum 40-44 ár, og koyra so á uppeftir. Og 50 firvald, rygg og bringu kemur á olympisku skránna, vælsagtans tí at stytru teinarnir hóska betur til tey gomlu.
Og ‘meanwhile’ skrivar Tony Austin her á scaq.blogspot.com, um onkra ókenda ‘rage-virus’ sum herjar ein hyl har yviri í USA. Onkur hevði fingið virusina í seg og flippaði “with extraordinary rage” út inn á ein lívbjargara.
Av sonnum nógvar ótrúligar søgur í dag.
Rókur, so er at venja, 40-44, tað er tú London 2012 😉
Um man flættar útsagnir saman frá hesari viðmerkingini og undanfarnu hjá tær, so er har eitt rák har sum eg yvirhøvur ikki brýggi meg um …
Men so skal kanska sigast, at teir vaksnu sum ikki svumu skjótt áðrenn trylledraktirnar komu, teir fara neyvan at gera tað nú tær eru vekk
Rókur, so er at venja, 40-44, tað er tú London 2012 😉
Eg vóni ikki at tú sipar til teir/tann sum eg haldi at tú sipar til !!! 😉